Brian Kerr er framvegis nógv avhildin millum nógvar føroyskar áskoðarar. M.a. vísir FIFA styrkislistin væl, hví so var. Brian Kerr fekk úrslit.
Grafurin her vísir gongdina á styrkislistanum hjá Brian Kerr samanborið við Lars Olsen. Har er skjótt at síggja, hvønn veg pílurin gongur hjá teimum báðum seinastu landsliðsvenjarunum. Tí er einki at ivast í, at landsdystirnir móti Kasakhstan og Eysturríki á heimavølli í oktober hava alt avgerandi týdning fyri at fáa vent keðiligu gongdini á styrkislistanum.




