Hesar dagarnar síggja vit ikki so sjáldan, at fólk stava ólavsøku við stóra ”Ó”. Men hetta er ikki rætt.
Sonne Smith er kønur innan føroyskt mál. Og hann greiðir soleiðis frá, hví ólavsøka skal stavast við lítlum.
– Ólavsøka er høgtíð sum jól og páskir. Eingin høgtíð stavast við stórum. Heldur ikki norðoyastevna, sigur Sonne Smith um einføldu frágreiðingina um, hví vit skulu skriva ólavsøka og ikki Ólavsøka.




