Ítróttarskrivarin á Dimmalætting, Terji Nielsen, var avgjørdur í 3-2 sendingini mánakvøldið. Norðlýsið hevur fingið orsøkirnar.
Ítróttarskrivarin á Dimmalætting, Terji Nielsen, var avgjørdur í 3-2 sendingini mánakvøldið. Norðlýsið hevur fingið orsøkirnar.
Í sera áhugaverdu metingunum í 3-2 sendingini mánakvøldið vóru ítróttaskrivararnir Tróndur Arge frá Miðlahúsinum og Terji Nielsen frá Dimmalætting. Báðir søgdu seg vera samdar um, at FM vinnarin skal finnast millum HB, Víking og EB/Streym. Tá tað kom til hini liðini, so var meira ósemja.
Verjuparturin er ov veikur
Men Terji Nielsen var avgjørdur, tá hann bleiv spurdur um KÍ. – Eg trúgvi slettis ikki uppá KÍ, var svarið. Hann bleiv ikki spurdur um hví og tí setti Norðlýsið honum spurningin um, hví hann væntar so lítið av KÍ í ár.
– Eg trúgvi ikki upp á KÍ, tí at eftir mínum tykki eru teir ov veikir í tí defensiva partinum. Gamaní er Atli Danielsen komin heim aftur, og Meinhard er komin í málið, men eftir mínum tykki eru ov nógv veik lið í verjuketuni, og tað verður trupult hjá teimum at halda sama gejst, sum Páll Guðlaugsson fekk í teir ein part av kappingini í fjør, sigur Terji Nielsen við Norðlýsið.
Liðini aftanfyri vera betri
Terji heldur ikki, at KÍ hópurin er viknaður, men meira at onnur lið eru blivin betri enn KÍ í vetur.
– Nei, eg haldi ikki, at hópurin sum so er viknaður. Men hinvegin haldi eg, at bæði B36 og NSÍ, sum endaðu aftan fyri KÍ, enda oman fyri KÍ í ár. B36 fer at standa seg betur í ár enn í fjør, um enn teir neyvan enda í medaljustríðnum, og NSÍ haldi eg vera væl sterkari og ein avgjørdan medaljukandidat.
Tí vænti eg, at KÍ fær tað trupult við yvirhála lið sum HB, Víking, EB/Streym, NSÍ og B36. Men tá ið tað er sagt, so er tað øgiliga trupult at meta um KÍ í ár, tí koma teir fyrst í ein góðan stima, sum teir til dømis høvdu í fjør, so kann alt henda. Har eru nógvir evnaríkir spælarar og eisini stórir profilar. Men eg trúgvi, at um KÍ fyrst kemur í eina mótbrekku, so fáa teir trupulleikar við at reisa seg aftur, sigur hann.
Fara tvey pláss aftur
Tá Terji verður biðin um at meta um, hvar KÍ endar í ár, so væntar hann eina afturgongd frá í fjør og at nógv er tengt av, at profilarnir hava eitt gott kappingarár.
– Eg vænti, at KÍ endar sum nummar 6, men tað kann eisini vera nummar fýra. Sum áðurnevnt so kann alt henda, um teir koma í ein góðan stima. Tað veldst eisini nógv um, hvussu einstakir leikarar standa seg. Verður Páll Klettskarð eins góður í ár, sum hann var í fjør, so hevur tað ómetaliga nógv at siga, og so er tað eisini avgerandi, at menn sum Hjalgrím Elttør og Atli Danielsen hava eitt gott ár.
Eg vænti eisini, at árið í ár verður munandi tættari, enn hvat undanfarna kappingarár var, og tað verða nógvir tættir dystir. So ræður bara um hjá KÍ at gera tað gott, og gera mínum spádómum til skammar, sigur Terji Nielsen at enda.
Í Norðlýsinum í morgin, ið kemur í hvørt hús í landinum, fæst at vita, um Norðlýsið væntar framgongd ella afturgongd til KÍ liðið í ár.




