Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí tú kjósaði tóma veitslurómin har í Glæstriborg …

Jóhann Lutzen

Hóast tað er bæði gott og sjálvsagt, at vit raðfesta okkara ungdóm, soleiðis at tey kunnu røkka sínum fulla potentiali, er okkurt spinnandi galið við mátanum, sum politiska skipanin hevur raðfest á miðnámsskúlaøkinum

Hóast tað er bæði gott og sjálvsagt, at vit raðfesta okkara ungdóm, soleiðis at tey kunnu røkka sínum fulla potentiali, er okkurt spinnandi galið við mátanum, sum politiska skipanin hevur raðfest á miðnámsskúlaøkinum

Karmar nógv, innihaldið lítið

Í undanfarna valskeiði bleiv reypað við, at landskassin hevði spart so og so nógvar milliónir í rakstri á miðnámsskúlaøkinum. Orsøkin var, at man hevði avritað danska leistin, “Gymnasiereformen”, við 8-ára seinking. Í 8 ár høvdu danir sostatt trýstprøvað miðnámsskúlanýskipanina, og eftir nærum øllum útmeldingum at døma ynsktu teir seg aftur til gomlu skipanina. Hóast hetta valdu almennu Føroyar at kopiera útskeldaðu donsku skipanina.

At yvirtaka danskar feilir var eitt, men okkara egnu skuldu eisini endurtakast. Hóast Landsstýrið hevði brent seg við miðnámsdeplinum í Hovi, soleiðis at hann kom at kosta umleið dupult so nógv sum upprunaliga mett vegna byggifeilir o.a., valdi man at nýta at kalla somu byggifrøði at gera tann størra miðnámsskúladepilin Glasir. Ivaleyst tí at teir høvdu lægsta boð. Men man fær eisini, hvat man rindar fyri, og byggifeilirnir hava ikki latið seg fornokta í Marknagili heldur.

Minni fyri meira

Í Løgtinginum bleiv so skarvað av aftur verkætlanini, við tí úrsliti, at tann dýri depilin eftir øllum at døma longu verður ov lítil til allar næmingarnar, tá hann verður tikin í nýtslu. Tað merkir at trupulleikin sum depilin skuldi loysa – at miðnámsskúlaútbúgvingarar í Havn lógu ov spjaddar – fer at halda fram.

Eykajáttan á umleið 100 milliónir verður nú umbiðin. Ikki fyri at byggja meira, men at leggja upp fyri einum rættarmáli um byggiarbeiðið. Mentamálaráðharrin, sum biður um eykajáttanina, sigur í sama viðfangi, at hon ikki varar av Landsverki og tí onki hevur at skulað sagt um upphæddina, hon biður Løgtingið um at játta.

Ungdómurin rindar prísin

Tá avtornar, fer miðnámsskúladepilin í Marknagili helst at hava kostað landskassanum umleið eina milliard krónur, ella meir. Men tað er ikki tí at undirvísingin ella lærdómurin hevur fingið peningin. Nei, hann er játtaður til betong, sum illa hongur saman, glasrútar, innflutt flag úr Danmark (!), ein roknifeil av teimum heilt stóru, og nú eisini til eitt rættarmál. Samstundis er spart til sjálva undirvísingina, so lærararnir mugu renna munandi skjótari fyri at kalla somu løn.

Lítið er at ivast í, hvønn alt hetta í síðsta enda kemur at ganga út yvir.