Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí upplýsir Landsverk bara koyrilíkindini á Gerðabøi

Helgi Abrahamsen

Aftur í morgun boðar Landsverk frá, at roknast kann við hálku á Gerðabøi í Klaksvík. Men tey sum hyggja út gjøgnum vindeyguni í Klaksvík síggja, at her er nógvur kavi og allir vegir eru hvítir. Hví verður so bara boða frá, hvussu líkindini eru á Gerðabøi? Norðlýsið hevur í morgun ringt til Landsverk, fyri at spyrja um hetta.

Mikkel Heide, rakstrarleiðari á deildini fyri infrakervi sigur, at Landsverk hevur ikki veðurfrøðingar í starvi, sum tulka úrslitini av veðurstøðunum.

“Vit hava nakrar veðurstøðir sum siga tíggjunda hvønn minutt, hvussu veðrið er á nøkrum ávísum punktum, og tað eru bara hesi punktini vit upplýsa um,” sigur hann.

“Vit hava onkuntíð tosað um at sagt koyrilíkindini á øðrum plássum eisini, men tað hava vit higartil valt ikki at gera,” sigur Mikkel Heide.

Veðurstøðirnar hjá Landsverki eru settar upp á plássum, har roknað verður við at tað fyrst kólnar (til dømis í hæddini ella á skuggasíðum), og onkuntíð kann tað vera freistandi at siga til dømis, at frost er í hæddini, men tað hava tey á Landsverki valt ikki at gera. Tey upplýsa bara punktið har veðurstøðin stendur.

Hvar er Gerðabøur?

Spurdur hví Landsverk brúkar navnið Gerðabøur, tá veðurstøðin stendur við Oyrarvegin, sigur Mikkel Heide, at tey hava valt at brúka nøvn, sum flestu føroyingar kenna.

– Tað ljóðar skilagott, sigi eg við hann, men má samtíðis viðganga, at eg sum eysturoyingur veit hvar Oyrarvegurin er, men áðrenn í morgun visti eg ikki, hvar Gerðabøur var.

Mikkel flennir. “Ja tað veit eg ikki rættiliga hví so er” sigur hann.

Hann leggur dent á, at hetta er ein tænasta, sum Landsverk veitir, men at tað er bilførarin sum altíð hevur ábyrgd av at koyra varliga.