Søkt verður eftir starvsfólki til tíðaravmarkað starv til Kaðaldeildina hjá FT Net/norðurøkið – til setan skjótast tilber og fyribils til 31.okt. 2013.
Arbeiðsstaður:
Uppmøtingarstaðurin er í Søldafirði og arbeiðsøkið er í høvuðsheitinum í Eysturoynni og Norðoyggjum, tó kann koma fyri at arbeitt verður um alt landið.
Arbeiðsinnihald:
Starvið fevnir í høvuðsheitinum um nýgerð, brekrætting á kaðalum og viðlíkahald av telefoninstallatiónum.
Førleikakrøv:
Tað er ein fyrimunur at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, eins væl saman við øðrum. Er fitt/ur í hondunum og hevur koyrikort til persónbil.
Umsókn og starvsviðurskiftir:
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið.
Áhugað kunnu venda sær til Sofus Nielsen, bólkaleiðara á tlf 243611 ella á sn@ft.fo.
Umsóknir skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi 6.august 2013.
Umsóknin kann sendast við telduposti til:
Starvsfólkadeildina SFD@ft.fo
ella til:
Føroya Tele
att: Starvsfólkadeildin
Postsmoga 27
110 Tórshavn




