Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðaravmarkað undantaksloyvi givið til taðing í Kalsoy

klaksvik.fo

Klaksvíkar kommuna gav 24. okt. 2025 Bárður Østerø tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða á matr.nr. 121a, 121c, Mikladalur og matr.nr. 90, 89, 88, 87a, Húsar fram til 30. nov. 2025.

 

Undantaksloyvið er givið við heimild í Kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing, sum broytt við kunngerð nr. 11 frá 18. februar 2020. Víst verður til §6, stk. 3, har stendur, at kommunan kann í serligum førum geva einum ábyrgdara tíðaravmarkað undantaksloyvi til at taða.

Undantaksloyvið er givið við teirri treyt, at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Lendiseigarar hava givið loyvi til taðing á áður nevndu matriklum.

Taðingarlendi er at síggja her:

Hattardalur og Dalarnir 2025

Mikladalur og Knúksdalur 2025

Villingadalur og Ritudalur 2025