Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðarfreist nærkast fyri stuðul at gera film

Tíðindaskriv

Mánadagin 7. apríl er tíðarfreistin fyri at søkja um stuðul til filmsframleiðslu úr filmsgrunninum hjá Norðurlandahúsinum og Klippfisk.

Filmsgrunnurin varð settur á stovn í 2012 við eini játtan á 200.000 kr um árið, og ikki kann sigast annað enn, at áhugin fyri at gera føroyskar filmsverkætlanir hevur verið stórur. Hesi tvey árini grunnurin hevur virkað, hevur hann móttikið 45 umsóknir við eini stuðulsumbøn á tilsamans 2.348.000,00 kr, og higartil hava 18 umsóknir fingið játtað stuðul.

Reglurnar fyri filmsgrunnin eru at finna á www.nlh.fo og á www.klippfisk.fo. Har finst eisini umsóknarblaðið, sum ásetir, hvørjar upplýsingar eru neyðugar at hava við í umsóknini, so sum verkætlanarlýsing, ábyrgdarpersónar, fíggjarætlan, synopsis/handrit, luttakarar og lýsing av persónum, ið skulu fremja verkætlanina.

Í metingini av umsóknunum verður dentur lagdur á listarliga dygd, nýskapan og førleikan hjá teimum luttakandi at gjøgnumføra verkætlanina. Hugt verður eisini eftir, um samband er millum listarligu málini og praktisku fyritreytirnar, sum verða lýstar í verkætlanini.

Tey, ið ynskja at søkja stuðul úr grunninum skulu senda umsóknina til Klippfisk í seinasta lagi 2. apríl 2012. Bústaðurin er J. H. Schrøtersgøta 5, FO-100 Tórshavn. Skriva Filmsstuðul á brævbjálvan. Eisini ber til at senda umsóknina við t-posti til klippfisk@klippfisk.fo