Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÍÐARTJÓVAR! – Mansstevna í Zarepta 19. – 21. september

Nordlysid

Nú er latið upp fyri tilmelding til árligu mansstevnuna í Zarepta, sum í ár verður frá fríggjadegnum 19. til sunnudagin 21. september, hesaferð undir heitinum: ”tíðartjóvar”.

Nú er latið upp fyri tilmelding til árligu mansstevnuna í Zarepta, sum í ár verður frá fríggjadegnum 19. til sunnudagin 21. september, hesaferð undir heitinum: ”tíðartjóvar”.

 

Mansstevnan er legan, har menn kring alt landið fáa høvi at vera saman við hvør øðrum í góðum og hugnaligum umstøðum í Zarepta, har dentur verður lagdur á góða og sunna samveru og løtum í salinum við boðskapi frá Harranum og góðum felagssangi.

 

Mansstevnan byrjar við nátturða kl. 19:00 fríggjakvøldið 19. sept. og endar eftir døgurða sunnudagin 21. sept.

 

Tilmelding fer fram á www.zarepta.fo, og legugjaldið er 600,- kr.

 

Tíðartjóvar

Dagsins samfelag er eyðkent av næstan óteljandi hentleikum, møguleikum og tilboðum, sum kappast um tín og mín áhuga og tíð. Undir hesum umstøðum er ein hin størsta avbjóðingin fyri mannin at raðfesta sína tíð.

 

Í ár er hetta yvirskriftin yvir mansstevnuna í Zarepta. Tíðartjóvarnir eru nógvir, og ymiskt er, hvussu gagnligir teir eru fyri lív okkara, men felags fyri teir allar er, at teir fara við okkara dýrabaru og avmarkaðu tíð.

 

”Keypið hina lagaligu tíð – tí dagarnir eru óndir!” sigur Efesusbrævið 5:16. Røtt raðfesting er ikki ókeypis. Ein og hvør avgerð hevur sín prís, tí við at velja hetta, vrakar tú hitt.

 

Á mansstevnuni koma fleiri ymiskir menn í ymsum aldrum at luttaka við einum boðskapi

 

 

HJARTALIGA VÆLKOMNIR Á MANSSTEVNU Í ZAREPTA 🙂

Harleywoodpaint