Eg havi sjálvur verið skeptiskur til at flyta inntøkur millum kommunur, tí slíkar skipanir kunnu taka burtur áhugan at leggja kommunur saman í størri og kappingarførari eindir, og eisini tí eg haldi, at tann einstaka kommunan hevur ábyrgd av at skapa karmar um inntøkuskapandi virksemi – men samstundis er tað ein felags ábyrgd hjá okkum øllum at tryggja øllum kommunum eitt minimums inntøkugrundarlag kring alt landið, og tí meti eg, at tíðin er búgvin at umhugsa og fyrireika eina javning millum kommunur, sum tryggjar eitt nøktandi tænastustøðið allastaðni í landi okkara.
Eg havi sjálvur verið skeptiskur til at flyta inntøkurmillum kommunur, tí slíkar skipanir kunnu taka burtur áhugan at leggja kommunursaman í størri og kappingarførari eindir, og eisini tí eg haldi, at tanneinstaka kommunan hevur ábyrgd av at skapa karmar um inntøkuskapandi virksemi– men samstundis er tað ein felags ábyrgd hjá okkum øllum at tryggja øllumkommunum eitt minimums inntøkugrundarlag kring alt landið, og tí meti eg, attíðin er búgvin at umhugsa og fyrireika eina javning millum kommunur, sumtryggjar eitt nøktandi tænastustøðið allastaðni í landi okkara.
Nú tað stundartil býráðsval, er hetta eisini eitt høvi at umrøða teir yvirskipaðu karmarnarum kommunubygnaðin í Føroyum. Grundleggjandi haldi eg, at kommunuskipaninstøðugt hevur ment seg hesi 20 árini, eg havi virkin í kommunupolitikki, bæðivið at kommunurnar hava ment sínar tænastur til borgaran og karmarnar tilvinnuna. Kommunurnar hava eisini styrkt sína fíggjarstýring, og ikki minst havatær yvirtikið málsøki frá landinum og víst í verki, at tær eru munandi betrienn landið til at taka sær av borgaravendum uppgávum.
Kommunusamanleggingareru eisini framdar, sum hevur gjørt økini kring landið sterkari og betur førfyri at átaka sær fleiri málsøki. Her er tó ikki komið á mál. Samanleggingarhenda framvegis, men eg vildi sjálvur ynskt, at tað hendi meira á hesum øki, sovit fingu enn sterkari kommunalar eindir.
Samanumtikiðer gongdin sostatt rætta vegin, tí tað er eingin ivi um, at okkara borgarar ídag fáa eina betri tænastu frá kommununum, bæði innan tey øki, sum kommunurnaralla tíðina hava umsitið, og ikki minst er hetta galdandi innan tey málsøki,sum kommunurnar hava yvirtikið frá landinum.
Tíðirnar skifta og raka landspartar ymiskt
Í løtuni erhákonjunkturur, og tí eru flestu øki í landinum væl væl fyri fíggjarliga, menvit vita av royndum, hvussu skjótt tíðirnar kunnu skifta, og at kreppur sumoftast raka ymiskt frá øki til øki. Tí er kanska júst nú rætta løtan atfyrireika og lýsa eina javningarskipan, soleiðis at niðurgongdin í ymsulandspørtunum ikki rakar so meint, tá ið tíðirnar einaferð skifta.
Tað erufleiri viðurskifti, sum tala fyri at seta í verk javningarskipanir millumkommunur. Eitt nú hevur felagið Tign seinastu tíðina ávarað um, at øll øki ílandinum eru ikki eins væl fyri fíggjarliga, og at vandi tí kann vera fyri, attænastustøðið á eldraøkinum ikki verður eins høgt í øllum pørtum av landinum. Tímetir Tign, at ein lóggáva eigur at tryggja okkara eldru borgarum samatænastustøði, sama hvar tey búgva.
Eisiniverður í løtuni arbeitt landspolitiskt við at áleggja vinnuni tilfeingisgjøld,og hóast vit ikki enn vita, hvussu henda ætlan fer at raka vinnuna í ymsuøkjunum, so er stórur møguleiki fyri, at kommunurnar á vinnuplássunum kringlandið fara at verða fíggjarliga raktar av hesum. Um so verður, fer hetta baraat økja um tørvin á einari javningarskipan millum kommunurnar, har tær ríkarulata burturav til tær fátækaru kommunurnar. Landskassin kann vera líkaglaður,men eg má gera vart við, at Føroya Løgting og Føroya Landsstýri hava skyldu tileisini at hugsa um, hvussu eitt slíkt gjald fer at raka og skeikla inntøkubýtiðmillum kommunurnar og økini kring landið. Eg havi mangan ávarað um vandan íeinum løgtingsvaldømi – vónandi er tað ikki ein forðing fyri, at løgtingið vilhandlað í einum slíkum máli.
Ósunt við ov stórum muni á kommunum
Hyggja vitsøguliga at inntøkuni pr. íbúgva í ymsu kommununum og økjunum kring landið, soer rímiliga stórur munur á, og hóast vit hava góðar tíðir í løtuni, so er tað eisinisjón fyri søgn í dag, at fíggjarligu avbjóðingarnar eru ógvuliga ymiskar hjákommununum. Í onkrari kommunu verða glæsiligar íløgur gjørdar, enntá eisini íbygningar, sum nú aftaná standa tómir og uttan endamál, meðan aðrar kommunurhava stórar avbjóðingar av at fáa nóg mikið av fígging til grundleggjandiíløgur sum eitt nú skúlabygningar. Tað kann ikki vera rætt, at ein kommuna ikkiveit, hvat tað skal brúka sínar skattapengar til, meðan kommunur í øðrum økjumikki hava nóg mikið til grundleggjandi tænastur.
Hesiviðurskifti eru tó ikki so einføld at gjøgnumskoða, men tað skerst ikki burtur,at tað er ein felags ábyrgd hjá okkum øllum at tryggja øllum kommunum eittminimums inntøkugrundarlag kring alt landið, og tí meti eg, at tíðin er búgvinat umhugsa og fyrireika eina javning millum kommunur, sum tryggjar eitt nøktanditænastustøðið allastaðni í landi okkara.
Við støði ímínum royndum sum kommunupolitikari vil eg tí mæla til, at land og kommunur ífelag byrja at fyrireika og lýsa fyrimunir og vansar av einari javningarskipanmillum kommunurnar.
Steinbjørn O. Jacobsen
Varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu




