Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaleiðara starvið í KVF strandað í løgfrøði í Mentamálaráðnum

John William Joensen

Kári Sólstein, fyribilsettur stjóri í Kringvarp Føroya, váttar fyri Norðlýsinum at hann hevur fingið boð úr Mentanarmálaráðnum, at eingin avgerð verður tikin til kæruna frá fyrrverandi tíðindaleiðaranum um at flyta hana í annað starv, fyrr enn í august mánað

Sum Norðlýsið skilir er løgfrøðingurin, sum fram til fríggjadagin hevur sitið við málinu, nú farin í annað starv í almennu umsitingini. Tí hevur ráðið útsett avgerðina til eftir summarfrítíðina, tá onkur annar løgfrøðingur skal gera eina løgfrøðilga niðurstøðu.

Tá Norðlýsið tosaði við ráðið fríggjadagin varð sagt at klárt var at taka eina avgerð í málinum. Sagt varð eisini at um avgerð ikki bleiv tikin fríggjadagin, sum eisini var seinasti starvsdagur hjá løgfrøðinginum, sum sæt við málinum, kundi rúm tíð ganga áðrenn avgerð var tikin. Eftir summarfrítíðina mátti annar løgfrøðingur fáa stundir til at seta seg inn í málið áðrenn niðurstøða kundi gerast.

 

Bíða við at søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara

Mentanarmálaráði gjørdi annars greitt, at kæran hjá Liljan Weihe fekk ikki steðgandi virknað, sum kærarin annars kravdi, og ráðið gjørdi grreitt í skrivið til undanfarnar kringvarpsstjóra, at hann hevði fullan rætt til at søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara.

Men táverandi stjórin metti, at tað var skilabetur at bíða til kæran frá Liljuni Weihe varð liðugt viðgjørd.
Kári Sólstein sigur í morgun at hann fer heldur ikki at søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara fyrr enn løgfrøðisliga metingin í Mentamálaráðnum fyriliggur.
 
Sostatt verður tað í fyrstu atløgu ein løgfrøðingur í mentamálaráðnum, sum kemur at avgerða hvør skal verða tíðindaleiðari í KVF.