Norðuratlantiska nevndin fyri havsúgdjór (NAMMCO) heldur sín 13. ársfund í Tórshavn í døgunum 2-4. mars 2004.
Kl. 9.00 týsdagin 2. mars 2004 setir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ársfundin á Hotel Føroyum. Harnæst fer Bogi Hansen at halda fyrilestur um veðurlagsbroytingarnar.
Fjølmiðlar hava møguleika at luttaka týsdagin 2. mars 2004 millum kl. 9 og 10.30.




