Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv 2. desember 2003: I AM skipar fyri gospelkonsert

John William Joensen

Stór gospelkonsert í nýggju ítróttarhøllini á Eiði

Nú nýggja fløgan hjá I AM, xthree.one.four, kemur út mikudagin 3. desember, skipar bólkurin fyri stórari gospelkonsert í nýggju ítróttarhøllini á Eiði fríggjakvøldið 5. Saman við bólkunum Direct Level og Credo fara I AM at spæla fyrstu konsertina í høllini. Tordur Niclasen, bygdarráðsformaður á Eiði, kemur at seta tiltakið, sum byrjar kl. 23. Umframt I AM, Direct Level og Credo verður dansibólkurin úr Kelduni, A2J, at síggja og høvi verður at keypa nýggju fløguna, T-shirts og plakatir hjá I AM. Bólkurin fer eisini at skriva autografar. Atgongumerki kosta 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.
www.iam.fo heimasíðan, verður eisini endurnýggja ísamband við fløguútgávuna. Har eru tær feskastu nýggjheitirnar um bólkin at fáa, brot úr sangum, myndir, video, møguleiki at keypa ymiskt o.a.