Tríggjar bøkur eru útkomnar á forlagnum Gwendalyn v/Agnar Artúvertin.
"Søgur úr Túsund og einari nátt" ævintýrini eru 15 í tali og full av tí undurfulla, ótrúliga, eksotiska, erotiska osfr.
Tey heimskendu ævintýrini úr "Túsund og einari nátt" eru á tremur við ótrúligum lýsingum, samrøðum, løgnum hendingum, fáblum og áminningum, sum kunnu gera lesaran stórliga bilsnan og hugtiknan, so at hann gloymir alt rundan um seg.
"Søgur úr Túsund og einari nátt" er 146 síður og kostar 199,-
Agnar Artúvertin týddi.
"Smettihjartað og aðrar søgur" týðingar eftir Edgar Allan Poe. Søgurnar eru 12 í tali og teljast upp í hansara allarkendastu. ´harímillum eru "Ligeia", "The Fall og the House of Usher" og ein spildurnýggj týðing av "The Tell-Tale Heart".
Stuttsøgur hansara eru verðinskendar og eiga enn í dag evnini at skaka og at øta lesaran. Søga hansara "Smettihjartað" er til dømis ein ódeyðilig perla í heimsbókmentunum.
Eisini nevndi Poe Føroyar í einari av kendastu stuttsøgum sínum, sum eitur "Niður í meldurstreymin".
"Smettihjartað og aðrar søgur" er 146 síður og kostar 199,-
Agnar Artúvertin týddi.
"Hálsketan og aðrar søgur" týðingar eftir Guy de Maupassant. Søgurnar eru 10 í tali og teljast upp í hansar allarkendastu. Harímillum eru "Le Horla", "Pierrot" og "Deux Amis".
Maupassant verður sagdur at hava skrivað bestu stuttsøgurnar á fronskum yvirhøvur. Tær eru lutligar, málsliga fullkomnar og speikar. Tær flestu eru sera stuttar og snúgva seg um gerandishendingar, men eru tó sálarfrøðiliga gløggar og lata nógv vera ósagt.
"Hálsketan og aðrar søgur" er 92 síður og kostar 119,-
Agnar Artúvertin týddi.
Bøkurnar eru at fáa í ymsum bókhandlum. Haraftrat kunnu tær bíleggjast við at skriva til: forlagid.gwendalyn@gmail.com
Agnar Artúvertin (fyrr: Jógvansson, f. 1979, navnaskifti í 2008) er stórvirkin stuttsøguhøvundur og týðari, og Bachelor og Arts í bókmentum og heimspeki frá Cambridge.




