Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: ABC barnahjálp fingið heimasíðu

(Hannefía Joensen)

ABC barnahjálp hevur nú fingið heimasíðu www.barnahjalp.fo.

Endamálið við heimasíðuni er at vísa á arbeiðið hjá barnahjálpini, sum er at útvega fátøkum og neyðstøddum børnum í menningarlondum varandi hjálp við skúla, útbúgving og læknahjálp. Samstundis fegnast vit um stóra stuðulin, ið landsstýrið letur til arbeiðið hjá ABC barnahjálp í Liberia.

Við heimasíðuni vóna vit at lýsa arbeiðið hjá ABC barnahjálp so væl, at stuðlar og onnur áhugað fáa eina so greiða mynd sum til ber av arbeiðinum hjá barnahjálpini. Somuleiðis vóna vit, at heimasíðan fer at eggja fólki at tekna seg sum stuðlar, soleiðis at so nógv neyðstødd børn sum gjørligt fáa møguleika til skúlagongd, útbúgving og læknahjálp.

Aðalmálið við arbeiðinum hjá ABC barnahjálp er ein føroysk faddurskipan, sum væntandi verður klár fyrst í komandi ári.

Í novembur í fjør varð ein nevnd sett at arbeiða við at stovna ABC barnahjálp í Føroyum. Fyrsta verkætlanin hjá barnahjálpini hevur heitið ”Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið”.

Verkætlanin er farin í gongd nær Monrovia í Liberia, har jørð er keypt til skúla og skúlaheim til 500 børn. ABC barnahjálp arbeiðir saman við ABC barnahjálp í Íslandi og ABC Children’s Aid í Liberia um hesa verkætlan. Planering og vegagerð er komið væl áleiðis og byggingin verður væntandi liðug fyrst í komandi ári. Faddurskipanin og byggingin av sjálvum skúlanum verður Føroysk verkætlan burturav.

Roknað verður við, at tað í dag eru um 200.000 foreldraleys børn í Liberia. Neyðin har er stór eftir 14 ára langa borgarastríðið, sum endaði fyri fýra árum síðani.

Hjartans tøkk til landsstýrið fyri stóra stuðulin, og til øll teirra, bæði fyritøkur og einstaklingar, sum higartil hava stuðlað ABC barnahjálp.

ABC barnahjálp hevur heimstað í Tórshavn við skrivstovum í Havn og í Klaksvík.

Harleywoodpaint