Ægir hevur gjørt tvey ára sáttmála við kenda venjaran Petur Heðin á Fløtti.
Nú svimjingin av álvara er við at taka seg upp aftur eftir summarsteðgin hevur Ægir gjørt tvey ára sáttmála við kenda venjaran Petur Heðin á Fløtti.
Petur Heðin er vælkendur innan Føroyska svimjiheimin – bæði sum svimjari og seinni árini sum venjari. Seinastu árini hevur hann verið venjari í Fuglafjarða Svimjifelag, har hann hevur m.a. staðið fyri venjingini av navnframa svimjaranum Kára á Høvdanum.
Ægir sigur í tíðindaskrivi, at felagið er sera errið av at hava fingið Petur Heðin, sum høvðusvenjara hjá felagnum. Petur Heðin skal standa fyri venjingini av teimum bestu svimjarunum í felagum og er ætlanin, at Ægir skal vera millum bestu feløgini í landinum. Umframt at vinna enn fleiri heiðursmerki í teimum heimligu kappingunum, so er málið at náa kravtíðum til altjóða kappingar.
– Eg eri sera spentur uppá at byrja venjingina í Ægi. Fleiri evnaríkir svimjarar eru í felagum, so nógv er at arbeiða við, sigur Petur Heðin.
Ægir stendur í eini stórari menning við tað, at fleiri ungir svimjarar eru við at gera um seg, eins og allir svimjararnir, ið vunnu heiðursmerki fyri Ægir í fjør eftir øllum at døma fara at gera sítt til, at enn fleiri heiðursmerki fara at koma til felagið.
Afturat Petur Heðin skal Kári á Høvdanum hjálpa til við venjingini av øðrum liði. Hartil er ætlanin at fyrrverandi venjarin Jóhan Martin Poulsen skal vera ein partur av venjarahópinum við serligum atliti til svimjitekniskar spurningar.
Les onnur tíðindi um Føroyska og altjóða svimjing á www.svimmjing.com




