Konsert í Mentunnarhúsinum fríggjadagin tann 26. januar kl. 20.00.
Ein áhugaverd og fjølbroyt konsert verður í Mentunarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldi tann 26. januar kl. 20.00 við kendum og minni kendum tónlistarfólki.
Tann mest kendi er Hans Marius Ziska.
Sum oddamaður í bólkinum “Marius” hevur Hans Marius Ziska víst at hann dugir væl at syngja og spæla guitar og hevur gjørt nógvar góðar kompositiónir. Við sær á konsertini hevur hann Heðin Ziska Davidsen, sum spælir upp á guitar. Hann er eisini ein av føroya mest brúktu og kendu guitarspælarum.
Magnus Jacobsen hevur nú eftir hondini verið nógv frammi á tónleikaumhvørvinum í Føroyum. Magnus byrjaði at spæla alment longu í 1967. Hann hevur eina konservatorii útbúgving, sum guitarleikari og innan tónlistanámsfrøði. Hann var drývmegin í m.a. Absurdy Fair, sum hevði ein serstakan leiklut, í menningini av tí rútmiska tónleikinum í Føroyum, í 70´unum og 80´unum. Magnus Jacobsen fer m.a. at spæla suðuramerikanskan guitartónleik á konsertini.
Helgi Midjord hevur verið nógv frammi tey seinastu árini og hevur t.d. luttikið í singer/songwriterkappingini. Hann hevur sín heilt serliga singer/songwriter stíl og hendan verður møguleiki at uppliva fríggjakvøldið.
Beinta Olsen er eitt nýtt andlit vit koma at møta fríggjakvøldið. Hon hevur sína bakgrund í Godspell-tónleikinum. Spennandi verður at hoyra hana. Hon fer at syngja kendar sangir á konsertini sum t.d. “Hero”, eftir Walter Afanasief og Mariah Carey.
Hans Jacob Kollslíð virkaði í nítiárunum, sum professionellur tónleikari í Teilandi í eitt ár, eftir at hann og bólkurin høvdu givið eina fløgu út. Í Teilandi spældi Hans Jacob einamest melidøsan rock, men han hevur eisini nógvar royndir sum tekstskrivari og lagsmiður og koma vit at hoyra okkurt frá hesari síðu hansara fríggjakvøldi.
Rói Eliasen hevur spælt tónleik síðan hann var smádrongur. Og, hevur tey seinastu 15 árini haft tónleik sum partíðarstarv, innan framførslu og undirvísing í Danmark, í Grønlandi og í Føroyum. Hansara bakgrund er innan tann klassiska-, rock-, soul- og Jazztónleikin. Á konsertini fer hann m.a. at spæla og syngja okkurt lag av Donald Fagen, sum hann hevur umarrangerað.
Hanus Kastalag er bassleikari, guitarleikari og sangari, men verður tað sum guitarleikari og sangari vit koma at hoyra hann fríggjakvøldi. Hann hevur nógvar royndir sum tónleikari og hevur spælt saman við Hans Marius Ziska og vinnaranum av singer/songwriter-kappingini 2005 Brandi Jacobsen. Fríggjakvøldi bjóðar upp á ein einastandi møguleika at hoyra Hanus solo og live.
Tað er áhugafelagið “Kvøldseturátakið”, sum skipar fyri konsertini og kostnaðurin er kr. 100,-




