Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÍÐINDASKRIV: Avgerandi PISA-tilmæli enn ikki sett í verk

(Oliver Joensen)

Løgtingið eigur sum skjótast at fremja semjuna um at leggja umsitingina av fólkaskúlanum út til kommunurnar og harvið tryggja grundleggjandi fortreytirnar fyri at menna og betra fólkaskúlan.

Nýggja PISA-kanningin staðfesti vánaligu úrslitini í PISA-undankanningini, sum varð almannakunngjørd í fjør. Tá setti landsstýrismaðurin í mentamálum beinanvegin arbeiðsbólk at gera tilmæli um, hvørji átøk eiga at verða framd í fólkaskúlanum.

Arbeiðsbólkurin hevði í sonevnda PISA-álitinum 45 ymisk tilmæli til at betra fólkaskúlan. Eitt av teimum staðfesti, at ógreiða uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur viðvíkjandi fólkaskúlanum er ikki til gagns fyri fólkaskúlan.

Full semja var tí um, at umsitingin av fólkaskúlanum eins væl og ábyrgdin av skúlabókasøvnunum skal leggjast út til kommunurnar.

Landsstýrismaðurin í mentamálum tók fult undir við hesum, men tíverri vildu partar av samgonguni ikki geva landsstýrismanninum heimild at skipa útleggingina.

Greitt býti avgerandi neyðugt
Eftir PISA-undankanningina eru fleiri átøk gjørd. Loysnin uppá tann grundleggjandi bygnaðarliga trupulleikan er tó ikki sett í verk, nevniliga útleggingin av fólkaskúlanum til kommunurnar.

Vanliga verður sagt, at kommunurnar í Føroyum bert hava ábyrgdina av skúlabygningunum og undirvísingartilfarinum, meðan landið hevur ábyrgdina av undirvísingarvirkseminum og lærarunum.

Tvíbýtta ábyrgdin millum land og kommunur er tó nógv meira fløkt í veruleikanum, og úrslitið verður mangan atgerðarloysi í skipanini.

Í øllum grannalondum okkara umsita kommunurnar allan grundskúlan. Tað er ikki uttan orsøk.

Tað er úti í kommununum, at skúlin virkar, og tað er úti í kommununum, at einstaki tørvurin verður best og skjótast nøktaður. Avgerðirnar verða tiknar nærri borgarunum, og kommunan hevur veruliga ávirkan og ábyrgd á viðurskiftini. Kommunurnar avgera, hvussu skúlaskapurin í kommununi verður raðfestur umframt tey minstumørk, ið landsmyndugleikin altíð setir.

Hetta merkir, at kommunurnar eru virknir aktørar í at menna skúlan á staðnum bæði innihaldsliga í sambandi við undirvísingina og viðvíkjandi fysisku karmunum, hvat ein miðfyrisiting als ikki hevur møguleika til.

Hetta merkir eisini, at kommunali fólkaskúlin altíð verður betri enn settu minstukrøvini. Vit fáa ein betri skúla.

Fólkaskúlin, kommunurnar og eitt valdømi
Kommunurnar byggja í løtuni fleiri nýggjar og framkomnar skúlar, og kravið hjá kommununum er sjálvandi eisini at hava fulla ávirkan á alt tað týdningarmikla virksemið, sum fer fram í skúlanum.

Eingin eigur at ivast í kommunalu førleikunum at umsita fólkaskúlan. Kommunurnar hava prógvað tað fyrr á øðrum økjum, ið løgd eru út til kommunurnar.

Á nýggjárinum verður frítíðarundirvísingin løgd út til kommunurnar, og tær eru klárar at átaka sær fólkaskúlan eisini.

Løgtingið hevur eisini eitt greitt ynski um færri og sterkari kommunur. Hetta var sum kunnugt ein av høvuðsgrundgevingunum fyri at skipa Føroyar sum eitt valdømi.

Skal javnvág vera millum kommunalu og landspolitisku skipanirnar, so er ongantíð meira enn nú neyðugt at leggja fleiri týðandi uppgávur, ið natúrliga hoyra heima í kommununum, út.

Fólkaskúlin er ein slík natúrlig kommunal uppgáva.

Setið tilmælið í verk
Nú er løgtingsval útskrivað, og valstríðið og kjakið um at betra fólkaskúlan eftir síðstu PISA-úrslitini koma í hæddina í senn.

Kommunusamskipan Føroya skal staðiliga heita á politisku flokkarnar og nýggja løgtingið um at fylgja PISA-tilmælinum, og beint eftir valið taka upp samráðingar við kommunurnar um at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita.

Bert á tann hátt fæst eitt greitt ábyrgdarbýti. Bert á tann hátt eru avgerandi fortreytirnar fyri at menna og betra fólkaskúlan lokalt eins væl og sentralt til staðar. Og bert á tann hátt fáa næmingarnir ta dygd, ið teir hava krav uppá.

Og tað hevur samfelagið skyldu til at geva teimum.

Kommunusamskipan Føroya
www.ksf.fo

Harleywoodpaint