Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Barnatiltøk á bókasavninum

John William Joensen

Nú heystið so smátt er komið, fer bókasavnið aftur at skipa fyri tiltøkum.

Síðsta ár var upplestur fyri børnum, sum ganga í skúla. Í ár er ætlanin at tiltøkini skulu vera fjøllbroyttari. Vit byrja týsdagin 5. oktober klokkan 16.00. Tá fara skótar at hjálpa børnunum at binda knútar. Síðani verður eitt tiltak um mánaðin fram til páskar. Skrá yvir tiltøkini fyri børn í vetur fæst á bókasavninum og sæst eisini í lýsing í blaðnum.
Saman við barnaansingarstovnunum hevur bókasavnið í fleiri ár skipað fyri tiltøkum fyri børn undir skúlaaldur. Hesi tiltøk eru fríggjamorgnar klokkan 10.30. Næsta tiltak verður 8. oktober fyri tey 0 – 3 ára gomlu og verður tað Dr. Margrethes Barnagarður, ið stendur fyri. Skrá yvir hesi tiltøk fæst á bókasavninum.
Ætlanin er eisini at skipa fyri ymiskum fyri vaksin í vetur, meira verður at frætta um hetta seinni í heyst.