Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Boðanarskeið: ”Gleðiboðskapurin – útgáva 2007”

Hannefía Joensen

Leygardagin 9. juni skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri boðanarskeiði í Missiónshúsinum ”Tabor” á Toftum við Leif Andersen. Heitið á skeiðnum er ”GLEÐIBOÐSKAPURIN – ÚTGÁVA 2007” – hvussu møta vit nútíðarmenniskjum við gleðiboðskapinum?

Leif Andersen er gudfrøðingur og starvar sum lærari á Menighedsfakultetet í Århus og sum ferðaprestur hjá donsku Indre Mission. Í næstan 30 ár hevur hann arbeitt í spenninginum millum tann bíbilska boðskapin og nútíðarmenniskju. Hann hevur nýliga skrivað tvær bøkur um evnið við heitinum ”Teksten og tiden”, sum hava fingið sera góð ummæli frá ógvuliga ymiskum sjónarhornum.

Á skeiðnum verður millum annað umrøtt:

– hvussu kunnu vit boða ein óbroyttan gleðiboðskap í einum broyttum samfelagi?

– hvat eyðkennir tíð okkara og hvat eyðkennir okkum sjálvi?

– eru partar av kristna boðskapinum, sum vit nú á døgum skulu leggja ein annan dent á?

Skeiðið er viðkomandi fyri øll, sum onkursvegna hava við boðan at gera.

Meira fæst at vita á Heimamissiónsskrivstovuni, har eisini ber til at tekna seg.