Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: BOKSIN – har tú ert stjørnan

(Norðlýsið – Tíðindi)

Í døgunum 24. oktober til og við 18. november fer fram ein stór og spennandi SingStar®kapping í Telebúðunum kring landið.

Til hetta høvi er ein boks gjørd á stødd við eina telefonboks, har luttakarin kann verða einsamallur inni og syngja eftir teksti eftir einum frammanundan valdum sangi. Møguligt er eisini hjá tveimum at verða inni í senn.

Talan er um eina karakoeelíknandi sangkapping, har luttakarnir koma inn í Telebúðina og syngja ein sang, sum teimum dámar.

Luttakarnir fáa stig alt eftir hvussu gott teir/tey klára seg. Upptøkurnar verða bandaðar og fimm tey bestu koma á topp-5 listan í hvørjum øki. Upptøkurnar verða lagdar á heimasíðuni www.planet.fo/boksin hvørja viku.

Tá sjálv sangkappingin er av, verður sms-kapping, har atkvøðast kann um trý tey bestu í Føroyum. Høvuðsvinnurin er 15.000 kr. skattafrítt, nr. tvey fær eina berbara ASUS farteldu og nr. trý fær eina X-Box. Luttakarnir í SMS kappingini kunnu vinna eina berbara ASUS farteldu.

BOKSIN fer at ferðast soleiðis kring landið:

Telebúðin í Havn
Týsdagin 24. oktober 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Mikudagin 25. oktober 2006 – kl. 14.00 – 17.00

Telebúðin í Klaksvík
Fríggjadagin 27. oktober 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Leygardagin 28. oktober 2006 – kl. 10.00 – 14.00

Telebúðin í Saltangará
Týsdagin 31. oktober 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Mikudagin 1. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00

Telebúðin í Skopun
Fríggjadagin 3. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Leygardagin 4. november 2006 – kl. 10.00 – 14.00

Telebúðin í Miðvági
Týsdagin 7. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Mikudagin 8. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00

Telebúðin á Tvøroyri
Fríggjadagin 10. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Leygardagin 11. november 2006 – 10.00 – 14.00
Telebúðin í Havn
Týsdagin 14. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Mikudagin 15. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Hósdagin 16. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Fríggjadagin 17. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Leygardagin 18. november 2006 – kl. 10.00 – 14.00


Finaluumfarið, har til ber at atkvøða um bestu upptøkurnar er frá 20. november 2006 kl. 08.00 til 23. november 2006 kl. 12.00