Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Eykaflogfar til Liverpool

John William Joensen

Av tí at undirtøkan fyri dystinum, Liverpool vs Manchester United á Anfield Road, er so stór er nú eykaflogfar sett inn og 90 atgongumerki eru fingin til vega afturat

 
 
At føroyingar hava stóran áhuga fyri enskum fótbólti, er kent ímillum manna. Nógvir føroyskir menn – eisini kvinnur, sita stív framman fyri sjónvarpinum hvønn leygardag og hyggja eftir Premier Leauge. Vitandi um tann stóra áhugan, sum føroyingar hava fyri enskum fótbólti, hildu fólkini í nýstovnaða felagnum IRIS í Klaksvík, tað vera eina roynd verda, at vita, um áhugi var ímillum føroyingar, at fara til Onglands at hyggja eftir einum stórdysti. Eftir at hava kannað marknaðin væl og virðiliga, var eingin ivi um, hvønn dyst føroyingar hava størsta áhuga  fyri at síggja í ár – tað er stórdysturin ímillum arvafíggindarnar – Liverpool og Manchester United.
 
Eitt var at taka avgerð um, hvat fyri dystur tað skuldi verða, eitt annað var at útvega flogfar, og ikki minst at finna atgongumerkir til henda so eftirspurda dyst. Eftir einum degi bleiv avtala gjørd við Atlansflog um leigu av flogfari. Men verri var at finna fram til atgongumerkini. Sjálvt um tey á IRIS settu seg í samband við allar hugsandi ”kontaktir”, so fingu tey bert at vita, at man skuldi gloyma alt um at fáa so mong atgongumerki tilvega til ein slíkan dyst. Sum teir søgdu í leiðsluni hjá Liverpool: ”Flogfør koma fulfermd úr londum sum Japan at hyggja eftir hesum dysti”
 
Men fyrst í vikuni bragdaði tað endiliga. Eftir strevið stríð fekk IRIS fatur á 90 atgongumerkjum. Og so var bara at fara í gongd. Lýst bleiv fyrstu ferð á middegi týsdagin, og eftir bert fáum tímum, vórðu øll atgongumerkini seld.
 
At áhugin var stórur, vistu tey á IRIS, men at tað skuldi ganga so skjótt høvdu tey ikki vænta. Bíðilistin bara vaks og vaks, og tí mátti avgerð takast um man skuldi royna at fylla enn eitt flogfar við fótbóltglaðum føroyingum. Eftir at hava leigað Atlansflog enn einaferð, blivu allar kontaktir í Onglandi aftur settar í sving. Hóskvøldið komu boð úr Onglandi, at onkur hevði ”trylla” enn einaferð 90 atgongumerkir fram.
 
Á IRIS verður sagt, at um áhugin heldur fram sum nú, so fara tvey flogfør avstað.
 
Meiningin var at flúgva niður sunnudagin 9. novmber og uppaftur sama dag, men av tí at eingi tryggingarfeløg vilja tryggja slíkar túrar ímóti vánaligum veðri og øðrum, bleiv avgjørt, at flúgva niður leygardagin. Farið verður úr Vágum kl. 17.00, og lent verður í Manchester kl. 18.30. Haðani verður farið á Hotel í Manchester. Eftir morgunmatin á hotellinum kl. 08.30, koma bussar og koyra føroysku áskoðarnir til Liverpool. Komið verður til Liverpool ein tíma seinni, har útferðir verða gjørdar til The Beatles savnið og annað sum hevur við The Beatles
 
 
 
at gera. Umleið kl. 11.30 verður farið við bussum til Anfield Road at hyggja eftir dystanna dysti, sum byrjar kl. 12.30.  Eftir dystin ber til at vitja Liverpool Megastore. Umleið  Kl. 15.00 verður aftur farið til Manchester, har fólk kunnu hugna sær á eginhond til kl. 20.30. Tá verður farið aftur út á flogvøllin. Atlansflog lendir aftur í Vágunum sunnukvøldið uml. Kl. 23.30.
 Á IRIS verður sagt, at alt verður gjørt fyri at gera túrin so hugnaligan og festligan sum gjørtligt. Enn eru nakrar billettir eftir til seinna flogfarið, men um ferðin er tann sama sum hon hevur verið, so verður skjótt útselt. Tann sum hevur áhuga at koma við, kann venda sær til IRIS í Klaksvík á tlf 456390, 216390 ella 756390.