Felagskórið Gøta/Leirvík byrjar venjingarnar aftur týskvøldið 11. sept. Kl. 19.30 í ovastu hædd í 1929-skúlanum við Gøtugjógv.
Felagskórið fer í ár undir sítt 22 sangár. Í kórinum er umleið 30 fólk í ymsum aldri .Sum tíðin er gingin er tað eftir hondini fleiri og fleiri úr øðrum bygdum enn Gøtu og Leirvík, ið hava valt at syngja við kórinum. Tað hevur gjørt at kórið hevur havt ætlanir um at finna eitt navn, ið ikki er staðbundið, men enn er ikki komið víðari við tí málinum. Besta boð upp á eitt nýtt navn kom kanska á kórstevnuni í ár, tá onkur av misgáum, ella við vilja, skeyt upp at kalla kórið tinitus. Um onkur brennur inni við einum góðum hugskoti til nýtt navn eru viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við okkum.
Kórleiðari í ár verður 37 ára gamli Petur Martin Johannesen, úr Klaksvík. Petur Martin er útbúgvin og hevur arbeitt sum organistur í Oslo. Fyri stuttum er hann fluttur til Føroya og undirvísir í dag í orgulspæli í Føroya Musikkskúla. Petur Martin hevur sum organistur arbeitt nakað við kórið, men hetta er fyrstu ferð at hann átekur sær eitt starv sum kórleiðari. Á Norðoystevnu í ár stjørnaði Petur Martin felagskórinum.
Fram til jóla fer kórið fyrst og fremst at venja til jólakonsertina, ið ætlandi verður í Gøtu Kirkju 9. Desember, og á páskum gongur leiðin ein túr til Skotlands.
Kórið hevur brúk fyri nýggjum kreftum, so vit bjóða tí øllum sangáhugaðum at møta upp til venjing.
Vit í kórinum síggja fram til eitt spennandi ár og gleða okku at síggja nógv nýggj fólk.
Um onkur hevur spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Mariu Gregersen tlf. 272714, ella Sigvør Laksá, tlf 219570.




