Smyril fer nú at sigla kl. 6 av Tvøroyri fríggjadagar. Hetta er í sambandi við, at bunkringin, sum hevur verið týsdag, er flutt til fríggjadag. Við broyttu ferðaætlanini verður ikki neyðugt at taka túrar burturímillum.

Higartil hevur verið bunkrað týsdag fjórðu hvørja viku. Bunkringin tekur somikið drúgva tíð, at annar túrurin á Suðuroyarleiðini varð tikin burtur hesar týsdagar.
Fyri at sleppa undan at taka túrar burturímillum, fer Smyril frameftir at bunkra aðru ella triðju hvørja viku. Bunkrað verður sostatt nakað oftari enn áður, og tungoljunøgdirnar verða tilsvarandi minni hvørja ferð. Hetta er møguligt, nú mannagongdirnar verða broyttar, og betri útgerð er tøk.
Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum í Suðuroy er eisini broytt, soleiðis at samband er til Smyril fríggjamorgun.
Broytingin í ferðaætlanini kemur í gildið fríggjadagin 20. oktober.