Føroysk skip kunnu fiska 70.500 tons í ES sjógvi og ES skip 45.000 tons í føroyskum sjógvi í 2007
Fiskiveiðusamráðingar millum Føroyar og ES vóru í Tórshavn mikudagin og hósdagin, har partarnir gjørdu eina fiskiveiðuavtalu fyri 2007, sum er á nakað sama støði sum avtalan fyri 2006.
Føroyar fáa í avtaluni við ES kvotur av m.ø. svartkjafti, makreli, brislingi og rossamakreli í ES sjógvi og rækjukvotu í Eysturgrønlandi.
Stovnarnir av ídnaðarfiski í Norðsjónum – hvítingsbróðir og nebbasild – eru framvegis illa fyri. Tí hava føroysk skip seinastu tvey árini ikki kunnað fiskað hesi fiskasløg. Men eftir drúgvar tingingar eydnaðist tað tó at fáa atgongd fyri føroysk ídnaðarskip at luttaka í royndarveiðuni eftir nebbasild í Norðsjónum, sum eftir ætlan verður á vári 2007.
Harumframt er avtalað, at partarnir skulu samráðast um víðkaðar fiskimøguleikar fyri ídnaðarskipini, um ES seinni í 2007 aftur fer at loyva beinleiðis veiðu efti nebbasild og hvítingsbróður. Føroysk skip varðveita møguleikan at fiska um 1.800 tons av sild burtur av kvotuni av brislingi.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur seg vera nøgdan við avtaluna. “Undan samráðingunum høvdu vit sett okkum fyri at fáa eina betri skipan fyri ídnaðarskipini. Seinastu tvey árini hava verið trupul hjá hesum, tí stovnarnir í Norðsjónum eru so illa fyri. Royndarveiðan hjá donsku ídnaðarskipunum eftir nebbasild í ár royndist væl. Við hesum samráðingarúrslitinum vóna vit at kunna bøta um umstøðurnar hjá hesum partinum av flotanum” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
Týdningarmestu kvoturnar, sum ES før kunnu fiska í føroyskum sjógvi, eru svartkjaftur, makrelur, upsi og ein blandað kvota av ymiskum djúpvatnsfiskasløgum.
Føroyar og ES hava harumframt avtalað at loyva skipum frá hvørjum av pørtunum at fiska 27.000 tons av egnari svartkjaftakvotu í sjóøkinum hjá hinum partinum. Sostatt kunnu føroysk skip fiska 70.500 tons í ES sjógvi og ES skip 45.000 tons í føroyskum sjógvi.




