Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Fiskiveiðuavtala við Norra

(Norðlýsið – Tíðindi)

Botnfiskakvotan í Barentshavinum minkar 100 tons og føroysk skip kunnu fiska 15.000 tons av makreli í norskum sjógvi.

Fríggjadagin, skrivaðu Føroyar og Noreg, eftir tingingar í tveir dagar, undir nýggja fiskiveiðuavtalu fyri 2007. Avtalan er ein víðariføring av avtaluni fyri 2006 við nøkrum broytingum, sum eru grundaðar á, hvussu einstakir fiskastovnar eru fyri.

Samanumtikið verða botnfiskakvoturnar hjá føroyskum skipum í Barentshavinum 100 tons minni í 2007 og tær norsku um 100 tons minni í føroyskum sjógvi.

Samanlagt kunnu føroysk skip – íroknað tann partin av kvotunum frá Russlandi, sum eru fluttar í norskan sjógv – fiska 7.100 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum. Harafturat er føroyski parturin av toskakvotuni við Svalbard 818 tons og onnur botnfiskasløg har 205 tons.

Norska botnfiskakvotan í føroyskum sjógvi verður 5.156. Av hesum er helmingurin longa og blálonga undir einum.

Kvoturnar av uppsjóvarfiskasløgum í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Noreg, sum vórðu gjørdar í januar 2006, eru nógv broyttar í sambandi við serligu avtalurnar um atgongd at fiska makrel og svartkjaft hjá hvørjum øðrum. Hesar avtalur standa við. Føroysk skip kunnu í 2007 fiska um 15.000 tons av makreli í norskum sjógvi, og Noreg kann fiska 60.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Harumframt lata partarnir hvørjum øðrum nakað av makrel og svartkjaftakvotum. Hesar eru fyri 2007 broyttar í samsvar við broytingarnar í strandarlandakvotunum. Norska kvotan av svartkjafti í føroysku sjógvi í 2007 verður 19.150 tons.

Føroyska kvotan av norðsjóvarsild verður lækkað við 25% úr 1.000 tonsum niður í 750 tons í tráð við lækking í heildarkvotuni, sum ES og Noreg eru komin ásamt um. Ístaðin verður føroyska kvotan av rossamakreli í norskum sjógvi hækkað úr 1.000 tonsum upp í 3.000 tons.

Fiskimálaráðið 8. desember 2006

Harleyfacadeacryl