Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Føroya Pedagogfelag: forkunnuða vitjan

(Norðlýsið – Tíðindi)

Forkunnug vitjan, ið varpar ljós á góðsku og skjalfesting innan pedagogiska arbeiðið.

Í dag kom fyrrverandi næstforformaðurin í Sosialpædagogernes landsforbund og kendi fyrilestrarhaldarin Mogens Seider til Føroya. Mogens Seider fer á ferð síni at hava 3 fyrilestrar umframt at hann skal hava ein evnisdag fyri øllum leiðarunum í Føroya Pedagogfelag.


Longu í kvøld verður fyrsti fundurin, har Føroya Pedagogfelag saman við Javna skipar fyri einum fundi á Verkstaðnum Vón, á Argjum. Á hesum fundinum fer hann m.a. at viðgera grundleggjandi spurningar, ið vit eiga at seta okkum í einum framkomnum samfelag. Við tí vitan, vit í dag hava um hvussu menniskju eru, hava vit góðar møguleikar at geva menningartarnaðum eitt gott og virðiligt lív. Men spurningurin er, um pedagogar, avvarðandi og politiski myndugleikin eru tilvitað um og eru til reiðar at virða tey rættindi hesi menniskju hava. Tann stóri spurningurin komandi árini verður, um vit sum samfelag fíggjarliga og moralskt eru til reiðar at raðfesta menning av vitan innan hetta økið og at seta av fíggjarorku, soleiðis at umstøður og tilboð kunnu skapast. Hvat skulu vit meta um rættindini og virðingina fyri teimum menningartarnaðu? Og vilja vit loyva teimum at taka avgerðir um, hvussu teirra lív skal livast?


Í Mentunarhúsinum Atlantis í Klaksvík
Tá Mogens Seider vitjar í Klaksvík, mikukvøldið tann 17. mai, kl. 19:00 verður høvið hjá norðoyingum og eysturoyingum at koma til áhugaverda kvøldsetu í Mentunarhúsinum Atlantis í Klaksvík. Evnið á hesum fundinum verður: "Kvalitet og dokumentation i det pædagogiske arbejde – for hvis skyld?"


Á hesum fundinum fer hann m.a. at tosa um, at tað sosiala arbeiði, nú í størri mun enn áður, skal mátast og kvalitetstryggjast. Politikararnir seta størri fokus á tær øktu útreiðslurnar á tí sosiala økinum og vilja teir samstundis eisini hava at vita hvat samfelagið fær fyri pengarnar. Hetta gevur teimum, ið arbeiða á sosiala økinum nýggjar avbjóðingar, tí nú skulu orð setast pedagogiska arbeiði, ið gjørt verður á stovnunum. Hetta hevur ikki verið kravt av pedagogunum í eins stóran mun, ið nú verður gjørt. Til hetta høvið verður møguleiki, at seta spurningar, eins og lagt verður upp til kjak. 

Karl Martin Samuelsen, Arnfríð Lútzen og Hans Hjalti Skaale fara eisini at hava eitt tónleikaligt íkast.  Tiltakið er alment.


Í Miðlahúsinum í Havn
Hóskvøldið 19. mai kl. 19:00 verður skipað fyri almennari kvøldsetu í Miðlahúsinum. Evnið verður  aftur her "Kvalitet og dokumentation i det pædagogiske arbejde – for hvis skyld"


Martin Joensen og vinmenn fara eisini at spæla nakrar sangir.

Eins og í Klaksvík, verður eisini møguleiki at seta spurningar.

Føroya Pedagogfelag vónar at tiltøkini verða væl vitjað, og at gott kjak verður um hesi áhugaverdu evni.

Harleywoodpaint