Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Føroyskt ættleiðingarfelag undir stovnan

John William Joensen

Komandi leygardag, tann 17. mai kl. 14, verður fyrireikandi fundur til stovnan av føroyskum ættleiðingarfelag hildin í aulaini í Kommunuskúlanum í Havn. Málbólkurin eru familjur við ættleiddum børnum, vaksnir ættleiðingar og onnur, sum hava ætlanir um ella áhuga í ætt-leiðing.

Tað er ein mammubólkur í Havn, sum hevur tikið stig til fundin og vóna tær, at nógv fara at vísa tiltakinum áhuga.

Seinastu árini er tað blivið alsamt meiri vanligt, at føroyingar velja at ættleiða børn úr útlondum. Fyri bæði foreldur og børn byrjar ein nýggj tilvera saman, sum í onkrum lutum brýtur frá tí hjá “vanligum” føroyskum familjum. Ættleiddu børnini koma frá ymiskum londum og eru ymisk til aldurs, tá tey koma til Føroya og hvørt einstakt hevur sína bakgrund og viðføri frá lívinum, áðrenn tey blivu ættleidd – hetta kann vera meiri og minni kent.

Ætlanin er, at felagið á fjølbroyttan hátt skal verða við til at samskipa felags áhugamál hjá limunum. Tað kann verða við hugnaløtum, fyrilestrum, upplýsing um ættleiðing, netverki, umboðan mótvegis myndugleikum o.s.fr.

Á fyrireikandi fundinum er høvuðsevnið: Hví og hvussu eitt føroyskt ættleiðingafelag skal verða stovnað. Enn er eingin endamálsorðing skrivað, so øll hava møguleika at gera sína ávirkan galdandi heilt frá byrjan.

Sum íblástur til orðaskifti um eitt ættleiðingafelag verða nøkur stutt innlegg á fundinum. Vaksnir ættleiðingar og foreldur, fara at tosa um at ættleiða, uppvøksturin, tannáringaárini og um tað at verða ættleidd.

Fyrireikararnir vóna, at nógv fara at vísa tiltakinum áhuga og at eitt føroyskt felag fyri ættleiðing verður sett á stovn um heilt stutta tíð.