Komandi kappingarár fara tveir svimjirisar at venja við Ægi. Elspa Mørkøre og Kári á Høvdanum fara avgjørt at økja um kappingina innanhýsis í Ægi, og harvið verða við til at menna felagið
Fyri stuttum flutti Elspa Mørkøre til Føroyar eftir at hava búð tvey ár í Esbjerg. Svimjing.com skrivar at hon hevur vant við svimjifelagum í Esbjerg hesi árini og hevur hon gjørt um seg bæði í Danmark og í altjóða høpi. Elspa hevur avgjørt at venja við Ægi komandi kappingarár.
Hartil hevur Kári á Høvdanum eisini avgjørt at venja við Ægi komandi kappingarár.
Hetta er avgjørt ein góður fongur fyri felagið, sum óivað fer at kveikja og styrkja venji- og kappingarhugin hjá teimum evnaríku svimjarunum sum longu eru í felagnum.
Ægir fegnast um at fáa hesar evnaríku og royndu svimjararnar við í hópin hjá felagnum.




