Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá EITT: Nýggj breiðbandsfyritøka

(Norðlýsið – Tíðindi)

Breiðbandsfyritøkan hjá Elektron og Kall hevur fingið navn: EITT

Á tíðindafundi í dag varð navnið á nýggju breiðbandsfyritøkuni, sum Elektron og Kall í felag hava sett á stovn, avdúkað. Navnið er EITT, og sostatt er nú greitt, hvat fjaldi seg handan navnið, sum seinastu tíðina hevur verið sjónligt í almenna rúminum og í fjølmiðlunum.

Erling J. Eidesgaard er settur í starv sum stjóri hjá EITT. Erling er 34 ár, útbúgvin verkfrøðingur, og hevur m.a. starvast hjá B&O og Reproz. Erling hevur higartil staðið fyri at samskipa fyrireikingarnar av EITT og tekur við starvinum 1. juni.
 
Sum navnið sigur, ætlar EITT at leggja seg frammaliga í kappingini við aðrar veitarar. EITT er fyrsti veitarin á føroyska marknaðinum, sum bjóðar óavmarkað flatrate samband. Flatrate merkir, at ein fyri eitt fast mánaðargjald fær óavmarkaða internetnýtslu uttan eykarokningar.
 
Harumframt bjóðar EITT øllum ókeypis teldupostadressur við 1 Gb goymsluplássi líka mikið hvønn internetveitara tey hava.
 
Breiðbandstænasturnar hjá EITT verða veittar umvegis verandi ADSL netið og tráðleysa WiMAX netið hjá Elektron.
 
EITT er ein samanrenning av tveimum væl kendum og royndum fyritøkum. Elektron hevur drúgvar royndir innan KT trygd, hosting og forritan. Kall hevur drúgvar royndir innan GSM, breiðband, sølu og marknaðarføring. Við EITT hava Elektron og Kall kastað saman og kunnu gagnnýta royndirnar og styrkirnar hvør hjá øðrum.
 
Umframt at bjóða eitt breitt úrval av breiðbandstænastum til bæði privat og vinnulív hevur EITT ítøkiligar ætlanir um virksemi uttan fyri Føroyar.