icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Granskingarráðnum: Vísindavøka í Klaksvík

Norðlýsið – Tíðindi

Eftir væleydnað tiltøk í Suðuroy og í Havn er Vísindavøkan nú komin til Klaksvíkar

Eins og undanfarin kvøld verða tríggjar spennandi framløgur á skránni, í kvøld, 25. september. Tiltakið verður á Norðoya Fornminnisavni, kl. 19:30.

Skráin er hendan:

Pál Weihe, yvirlækni: Umhvørviseitur og heilsan hjá hjá børnum í Føroyum

Katrin Næs, cand.phil, Ph.D. lesandi: S fyri k – okkurt um, hvussu børn læra at skriva

Karin M. H. Larsen, havfrøðingur, Ph.D.: Góð og ring ár á landgrunninum – týdningurin hjá umhvørvinum

Vísindavøkan er partur av tiltakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað 4. fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. Endamálið við European Researchers’ Night er at um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Við Vísindavøkuni ynskir Granskingarráðið at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. 

Tiltakið er ókeypis og eru øll vælkomin. Høvið verður eisini at fáa ein kaffimunn.