Báðir bóndurnir í hagapørtunum í Viðvík høvdu givið Krígssavninum loyvi at fara suður í Viðvík at taka vraklutir av Catalinaflogfarinum.
Kunningarskriv:
Lutirnir, sum allir lógu oman á yvirflatuni, vórðu áðrenn nakað annað varð gjørt, nágreiniliga skrásettir við nógvum góðum myndum og við neyvari staðseting (GBS).
Hesar myndir og knattstøður verða saman við lutunum goymd komandi ættarliðum.
Henda kunning verður send Norðlýsinum og Vágaportalinum
Krígssavnið




