Sum kunnugt samtykti Klaksvíkar Býráð á seinasta býráðsfundi at gera umfatandi sparingar, sum eru neyðugar fyri at fáa samsvar millum inntøkur og útreiðslur kommununnar. Hetta vegna ov høgan rakstur og fallandi inntøkur.
Ein partur av samtyktu sparitiltøkunum var flyting av frítíðarskúlanum Sornhúsið, sum higartil hevur hildið til í leigaðum hølum, í ein av bygningum kommununnar – hetta fyri í mest møguligan mun at spara leiguútreiðslur heldur enn starvsfólkaútreiðslur.
Síðani býráðssamtyktina hevur stýrið fyri sjálvsognarstovnin, sum rekur frítíðarskúlan – eftir samskifti við forkvinnuna í Sosialu Nevnd, Elsebeth G. Hansen og býráðsleiðsluna – tikið stig til og arbeitt við ymsum øðrum møguleikum fyri sparingum enn teimum samtyktu. Síðani er komið fram, at býráðið ikki hevði allar neyðugar upplýsingar í sambandi við leigumálið.
Avgerðin við býráðssamtyktini hevur givið tað úrslit, at nýggir møguleikar fyri sparingum eru komnir fram, sum nú gera tað møguligt at spara somu upphæddir, sum tær av býráðnum samtyktu, uttan tó at frítíðarskúlin verður fluttur.
Endamálið er rokkið – at spara, men ikki at flyta
Tað at flyta frítíðarskúlan hevur í sjálvum sær ongantíð verið endamál býráðsins við tí gjørdu býráðssamtyktini. Endamálið var sjálvandi at finna tær sparingar, sum skuldu til, fyri at inntøkur og útreiðslur komm¬ununnar aftur fáast at hanga saman.
Stýrið fyri sjálvsognarstovnin Mylnuhúsið, sum frítíðarskúlin Sornhúsið er ein partur av, hevur funnið útvegir fyri at spara eins nógv og tað, sum meirilutin í býráðnum hevur tikið undir við, við at skerja útreiðslur til matskipan stovnsins, at lækka leiguútreiðslur stovnsins og at skerja arbeiðs¬tíðir hjá starvsfólkum stovnsins.
Nú endamál býráðsins – at gera tær neyðugu sparingarnar í rakstri kommununnar – vísir seg at kunna røkkast við nevndu, broyttu sparitiltøkum, sum stýrið fyri sjálvsognarstovnin mælir til, kann meirilutin taka undir við hesum.
Áðrenn hetta uppskot um broyting, sum meirilutin tekur undir við, kann verða framt í verki, krevur tað at verða formliga samtykt av Klaksvíkar Býráð.
Klaksvík tann 18. mai 2009
Gunvá við Keldu
Jógvan Skorheim
Elsebeth G. Hansen
Atli S. Justinussen
Óli M. Lassen
Auðunn Konnráðsson




