Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Mentamálaráðnum: Ávaringarnar tiknar aftur

(Norðlýsið – Tíðindi)

Ávaringarnar tiknar aftur

 


Fyri at tryggja, at næmingarnir á studentaskúlunum og HF-skeiðunum fáa prógv í summar, hevur landsstýrismaðurin í mentamálum avgjørt at taka ávaringarnar aftur, sum nakrir lærarar, ið starvast á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum, fingu í oktober í 2005.
 
Vandin fyri, at næmingar, sum skulu fáa prógv í summar, kunnu koma illa fyri, nú teir eru drignir upp í eitt stríð, teir ikki eru partur av, er orsøkin til, at landsstýrismaðurin hevur valt at taka ávaringarnar aftur.
 
 
 
Tórshavn, 17. mai 2006