Árliga firmakappingin, ið Mjølnir skipar fyri í flogbólti, verður leygardagiin 23. september.
Leygardagin 23. sep. 06 verður árliga firmakappingin í flogbólti, sum Mjølnir skipar fyri. Hetta er 4. árið kappingin verður fyriskipað og hevur undirtøkanverið vaksandi, so vónandi verða tað enn fleiri fyritøkur, sum halda seg framat.
Hetta er ein góður møguleiki hjá fyritøkum at bjóða sínum starvsfólki ein hunaligan dag, hvar kreftirnar verða brúktar eitt sindur annaðleiðis.
Leikt verður í KÍ høllini og verða liðini býtt upp í bólkar, so at allar fyritøkunar fáa nakrar dystir í part. Eftir bólkaspælið verður leikt eftir Cupskipani, inntil ein vinnari er funnin.
Tað verða spælara frá Mjølnir, sum koma at taka sær av øllum tí praktiska, iðhoyrir kappingini til, t.v.s. døming, skriving o.ø.
Kappingin er fyri bæði kvinnur og menn. Treytirnar fyri at luttaka eru, at minst eitt konufólk er á liðnum og at í mesta lagi ein leikari, sum leikti í bestudeildini seinasta kappingarár, er á liðinum. Tað kunnu í mesta lagi verða 3 leikara á hvørjum liði, sum leiktu í landskappingini seinasta kappingarár.
Luttøkugjaldi er 2000 kr fyri hvørt liðið, og fer allur peningurin óskerdur til rakstur av felagnum, og sum flest øllum kunnugt, hevur Mjølnir eitt stórt ungdómsarbeiði.
Gjaldast skal á konto 9865-495.3406 í Noroyða Sparikassa.
Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 15. septembur.
Boðast kann frá luttøku á tlf. 221770 (Jóannes Poulsen) ella 221731 (Bogi Isaksen).




