– Tú hevur slitið fýra motorar upp, men teir hava ikki slitið teg upp, segði Klæmint Weihe stjóri í SEV, tá hann á innanhýsis móttøku hjá el-felagnum fríggjadagin takkaði Osvaldi Hansen úr Havn, fráfarandi verkmeistara á Sundsverkinum, fyri trúgva tænastu í næstan 40 ár.
Nógv er broytt innan el-framleiðslu í Føroyum, síðani Osvald Hansen tók við sum verkmeistari á Havnarverkinum 31. mai 1965.
– Tá kláraðu vit alla Havnina við einum motori. At kalla øll framleiðsla var til ljós, so krøvini til javnan spenning vóru ikki so stór sum í dag, nú teldur og onnur tól skulu hava javnan streym alt samdøgrið. Tá legði fólk ikki so nógv í, um onkur peran blunkaði eitt sindur, greiðir Osvald Hansen frá.
Havnarverkið varð í gerð, tá hann byrjaði hjá SEV. Sostatt var hann við til at gera Havnarverkið liðugt, har hann setti upp tveir motorar. Fyrst í sjeytiárunum fór SEV undir at byggja Sundsverkið, sum í dag hevur fimm dieselmotorar. Fráfarni verkmeistarin setti upp allar motorarnar á Sundi – og hann hevur eisini skift útaftur tveir teir fyrstu motorarnar á Sundi og tikið niðuraftur báðar motorarnar á Havnarverkinum. Tilsamans hevur Osvald Hansen sett upp níggju motorar á Havnarverkinum og á Sundsverkinum, sum er útbygt tvær ferðir, síðani tað varð tikið í nýtslu í 1974.
Ongin vegur var inn á Sund, tá SEV fór undir at byggja verkið har. Tískil gingu ella sigldu teir til arbeiðis tey fyrstu árini. Men í 1977 kom vegurin, og tað lætti væl um hjá monnunum á Sundi, sum vóru tríggir í tali tey fyrstu árini. Í dag starvast umleið 20 maskinmeistarar og tveir arbeiðsmenn á Sundsverkinum.
Verkið á Sundi framleiðir sín stóra part av føroysku el-framleiðlsuni hvønn einasta dag, og tað tekur eisini við, tá okkurt av hinum verkunum av eini ella aðrari orsøk dettur av netinum. Sundsverkið er bygt til at kunna nøkta allan el-tørvin í Føroyum, um øll hini verkini skuldu dottið av netinum í senn.
Hendan skipan tryggjar øllum Føroyum støðugan streym, tí Føroyar liggja avbyrgdar frá umheiminum og eru ikki bundnar í stóra el-kervið á evropeiska meginlandinum, sum eitt nú Danmark er.
– Á Sundsverkinum skulu vit áhaldandi vera til reiðar at lofta øllum el-netinum og tískil liggja inni við fullari eykagoymslu av ravmagni. Vøksturin í framleiðsluni hevur verið øgiligur, og tørvurin á ravmagni í nútíðar samfelagnum er nógv størri enn eg dugdi at ímynda mær, tá eg byrjaði fyri 40 árum síðani. Tað er stuttligt at hyggja aftur á broytingarnar, sigur fráfarni verkmeistarin á Sundi, Osvald Hansen.
Hann heldur fram við ymsum fyrifallandi arbeiði á Sundsverkinum til hann hevur verið í starvi hjá SEV í 40 ár 31. mai næsta ár.
Jákup Sørensen í Havn er maðurin, sum fríggjadagin fekk lyklarnar til Sundverkið frá Osvaldi Hansen, og sum harvið tók við sum verkmeistari á Sundi. Jákup Sørensen hevur verið 1. meistari á verkinum síðani 1984, og hann hevur starvast sum maskinmeistari á Sundi síðani 1978.
Hann yvirtekur eitt verk í góðum standi, sum hann hevur verið við til at ment undir leiðslu av Osvaldi Hansen.
– Fráfarni verkmeistarin hevur verið hollur í ráðum, og hann hevur verið góður at samstarva við. Vit hava ikki altíð verið samdir um alt beinanvegin, men vit hava altíð dugað at tosa okkum til sættis, sigur Jákup Sørensen.
Hann heldur tað vera ein stóran fyrimun at kenna Sundverkið so væl, tí tað ger tað lættari at bera stóru ábyrgdina, sum fylgir við verkmeistarastarvinum.
– Uppgávan er greið. Motorarnir gera streym, og vit skulu koyra teir. Krøvini til motorarnar eru hinvegin hørð, tí teir skulu framleiða nógv og sostatt røkjast væl, sigur nýggi verkmeistarin á Sundsverkinum. Tá Jákup Sørensen setti seg í verkmeistarasessin, tók Gudmar Joensen av Signabø, sum frammanundan starvaðist sum maskinmeistari á Sundi, við sum 1. meistari á verkinum.




