Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Fyrilestur á Klaksvíkar bókasavnið

John William Joensen

Mánakvøldið 10. november klokkan 19.30 heldur havfrøðingurin Bogi Hansen fyrilestur um havið um Føroyar á Klaksvíkar bókasavni.

Vit føroyingar hava ofta lyndi til at halda veðrið hjá okkum vera kalt og ófýsið, men í veruleikanum hava vit eitt ógvuliga lýtt veðurlag samanborið við onnur øki, sum liggja um sama breiddarstig. Í stóran mun kunnu vit takka havinum fyri tað.
Fram við okkum rekur lýggjur sjógvur, sum kemur sunnaneftir og hitar luft og land. Ein tílíkan streym finnur tú neyvan aðrastaðni í heiminum, og tú kanst undrast, hvat tað er, sum er so serligt hjá okkum. Tað vísir seg, at hesin heiti streymur eins og teir køldu botnstreymarnir, sum ferðast fram við Føroyum á stórum dýpi, verða drivnir av køling í havøkjum langt norðan fyri okkum.
Umframt hita bera streymarnir tøðevni, reyðæti og annað plankton við sær, sum tykjast at avgera gróðurin í sjónum. Tey fyribrigdi, sum halda hesum streymum gangandi, eru tó viðbrekin, og møguleiki er fyri, at veðurlagsbroytingar tey komandi 100 árini fara at broyta teir munandi.
Fyrilesturin um havið í Føroyum verður hildin í samband við at tað í hesum døgum er Norðurlendsk Bókasavnsvika har evnið í ár er "Norðurlond og havið".
Aftaná fyrilesturin verður kaffi við onkrum góðum afturvið at fáa.