“Vit fara í dag undir okkara fyrstu framleiðslu av gassi í Norðsjónum”, boðar Faroe Petroleum frá í tíðindaskrivi í dag.
Olju og gass felagið Faroe Petroleum boðar frá, at tað nú er byrjað at framleiða gass úr Minke Main gasskelduni í sunnara parti av Norðsjónum. Hetta er fyrsta framleiðslan hjá felagnum, síðan tað varð sett á stovn í Føroyum fyri 9 árum síðani.
Minke Main keldan fevnir um blokk 44/24a, og liggur tætt við markið millum Bretland og Holland, og umleið 25 km. eystanfyri Caister-Murdoch gass kelduna og 13 km. suðurvestur úr D15 framleiðslueindini á Hollendskum øki.
Tað er Gaz de France Britain, sum er framleiðslufelag á Minke Main framleiðslueindini. Gassið verður ført til fyrrnevndu D15 framleiðsueindina til Hollands gjøgnum eina rørskipan. Dýpið á økinum er 45 m.
Mettið parturin, sum Faroe Petroleum fær burtúr samlaðu framleiðsluni, er 2.57 milliardir kubikkføtur av gassi.
Samlaða framleiðslan um dagin frá Minke Main verður 60 milliónir kubikkføtur av gassi.
Umroknað til olju, svarar hetta til eina framleiðslu uppá 600 tunnur um dagin hjá felagnum.
Faroe Petroleum hevur gjørt søluavtalu við Gaz de France S.A., sum keypir gassið sambært einum vanligum oljuprísregulerandi sáttmála, og tí verður prísurin sum felagið fær fyri gassið, munandi hæðri enn vanligi gassprísurin í Bretlandi í dag.
Framleiðslan hevur sera stóran týdning fyri felagið, tí hon gevur neyðugar inntøkur til fígging av virkseminum í Bretlandi, Føroyum, Atlandsmótinum, Norðsjónum og Noregi.
Minke Main, sum nú verður framleitt frá, er ein av trimum gasskeldum, sum Faroe Petroleum hevur keypti í 2006 frá ConocoPhillips í Minke Graben økinum. Hesar keldur kunnu blíva sera týdmingarmiklar fyri felagið. Væntandi verður avgerð tikin um at byrja framleiðslu av hinum báðum keldunum seinni í ár.
Meiri fæst at vita á heimasíðu felagsins:
http://www.faroe-petroleum.com




