Leygardagin 1. apríl kl. 15.00 verður stór heilsurenning í Klaksvík. Tað er Føroya Shell í Norðoyggjum, sum saman við rennifelagnum Treysti skipar fyri.
Áhugin fyri renning er nógv vaksin tey seinastu árini, og fyri hvørt ár sum gongur, sær ein fleiri og fleiri sum renna og jogga. Hetta er bara gott, tí øll vita, hvussu umráðandi tað er at røra seg. Umframt at fáa fríska luft, so er tað gott fyri øll heilsutøl. Sjálvt um áhugin fyri renning er nógv vaksin, so eru tað fleiri, sum ikki fáa tikið seg saman, og tí halda fyrireikararnir tað vera eitt gott hugskot við hesum tiltaki.
Sum sagt, so er tað rennifelagið Treysti, sum kemur at samskipa tiltakið og útflýggja teir startnummur á startinum, sum er á økinum uttan fyri Shellstøðina. Runnið verður frá Shellstøðini og heimeftir Nólsoyar Pállsgøtu. Tá komið verður til rundkoyringina verður runnið eftir Gerðagøtu niðan til Geilina. Síðani verður runnið oman á Heygavegin og oman gjøgnum Fjósabrekkuna og norður aftur eftir Nólsoyar Pállsgøtu. Málið er á Shellstøðini. Av tí at tiltakið er ætlað øllum – eisini teimum sum ikki eru von at renna, er teinurin einans 2,6 km – tó verður eisini ein bólkur fyri rennarar sum eru vanir at renna. Hesir rennarar renna teinin tvær ferðir – t.v.s. 4,5 km.
Samstundis sum hetta er ein heilsurenning, so verður tiltakið eisini skipað sum ein kapping, og tí verða luttakararnir bólkaðir soleiðis: Menn og kvinnur, sum eru fødd í 1993 ella fyrr, dreingir sum eru føddir í 1994 til og við 1999, gentur sum eru føddar í 1994 til og við 1999. Dreingir sum eru føddir í 2000 ella seinni og gentur sum eru føddar í 2000 ella seinni. Umframt hesar bólkar, so kunnu veteranar eisini melda seg til. Hetta eru tey sum eru fødd í 1960 og áðrenn. Sum sagt, so verður eisini ein bólkur fyri rennarar, sum vilja royna teinin á 6 km.
Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðursmerkir og á málinum bjóðar Kjølbro Heilsøla frukt og Føroya Bjór bjóðar vatn. Tilmelding til tiltakið, sum er ókeypis, kann gerast á Shellstøðini í seinasta lagi fríggjakvøldið 31. mars.




