Fríggjadagin 29. februar 2008 hátíðarheldur Húsið tvey ára dag.
Tvey ár eru longu liðin, síðani Húsið, -virkishúsið fyri børn og ung, lat dyrnar upp á fyrsta sinni. Nógv virksemi hevur verið hesi seinastu tvey árini, og nógv børn og ung vitja dagliga Húsið.
Í samband við hátíðarhaldið er nógv spennandi á skránni. Vit hava fernisering við Rebekku Auðunsdótir, sum fer at vísa fram kjólar o.a., sum hon sjálv hevur seymað, tvær tónleikaframførslur vera, onnur við Sirkus og hin við A-larm.
Vit vilja við hesum bjóða øllum – ungum sum gomlum – at vera hjartaliga vælkomin á gátt at hátíðarhalda dagin við okkum. Vit eiga kaffi og kaku, pizzasniglar og okkurt kalt at drekka.
Vit hava opið hús frá kl. 15.00 til kl. 24.00
Kl. 15.00: Fernisering við Rebekku Auðunsdóttir
Kl. 17.00: Konsert við Sirkus
Kl. 21.00: Konsert við A-larm
Eisini hevur nýggja kafein hjá ungdóminum -"Lady Bug" opið allan dagin.
Hjartaliga vælkomin
Húsið




