Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Innandurakapping fyri fjallmenn

Hannefía Joensen

Ein Innandurakapping í fótbólti verður í ítróttarhøllini í Klaksvík tann 16 september í ár.

Hendan kappingin er eitt sindur øðrvísi enn aðrar kappingar, av tí at henda kappingin er fyri fjallmenn. Tað vil siga at tað verða hagapartar, ið fara at leika ímóti hvørjum øðrum. Hendan kappingin íkist tí kappingini, sum sjómenn hava á hvørjum ári.
Steyp og heiðursmerkir verða latin til nummar 1, 2 og 3. ið eru  latin av Statoil, ið stuðlar hesari kappingini. Stigtakararnir vóna at kappingin fær góða undirtøku. Tað verða 5 mans á hvørjum liði.
Tað er ein áhugabólkur hjá Føroya Seyðahundafelag, ið skipar fyri kappingini.
Tey, ið ætla at luttaka í hesari kappingini, kunnu siga frá telefon 75 67 87. Seinasta freist at tekna seg er hósdagin tann 14 september kl 22:00

Fyriskiparnir