SP/F Vársól v/Hans Petur Ellingsgaard sum eigur kioskirnar Vár í Saltangará, Vár í Klaksvík og skógvahandilin Pattino í Klaksvík hevur fingið nýggjan eigara.
Tað eru teir báðir Kristian Suni (Bassi) Jensen, sum eigur og rekur Haraldsen í Fuglafirði og Hallur O. Gunnarsson ,sum hava keypt virksemið hjá SP/F Vársól. Keypið umfatar ikki bygningin í Saltangará, men sjálvt handils-virksemið.
Teir halda fram í somu hølum sum frammanundan, og í Saltangará leiga teir hølini frá Hans Petur Ellingsgaard,sum eigur bygningi. Leigumálið í Klaksvík heldur fram óbroytt.
Vár í Saltangará var sett á stovn fyri 22 árum síðani, meðan virksemið í Klaksvík byrjaði fyri fimm árum síðani. Hans Petur Ellingsgaard hevur verði stóri í felagnum øll árini. Seinastu nógvu árini hevur hann saman við konuni Paulu Ellingsgaard rikið virksemið.
Í samband við at nýggju eigararnir yvirtaka virksemið verður móttøka í Klaksvík týsdagin 4. apríl frá kl. 14,00 til kl. 17,00, og í Saltangará mikudagin 5. apríl frá kl. 14,00 til kl. 17,00. Øll eru vælkomin til móttøkuna.




