Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Komið og syngið við!

(Hannefía Joensen)

Sangbólkurin Vitin sum 5 tey seinastu árini hevur ferðast kring landið og havt sangtiltøk í ítróttarhallum í Føroyum, fer komandi leygarkvøld at hava enn eitt tiltak. Hetta verður í nýggju Badmintonhøllini í Klaksvík.

Vitin varð stovnaður í 2002 av monnum sum frammanundan kendu hvønn annan og sungu saman í Betesdakórinum. Sangarar eru Torkil Mørkøre, sum eisini spælir klaver, Petur Vitalis, Jógvan Høj, Jóhan Páll Joensen og Dávur Johannesen, sum eisini spælir bassguitar. Aðrir tónleikarar sum spæla undir eru Jóan Petur Hansen á guitar og mandolin, Guttorm Matras, guitar og Leivur Vitalis, trummur.

Tiltøkini Vitin hevur skipað fyri hava vera sera væl vitjaði, har nógv fólk hava verið glað fyri møguleikan at koma saman til góðan felagssang.

Gjøgnum árini hevur Vitin eisini ferðast uttanlanda, har teir serliga hava verið við til møtir sum Levi Joensen hevur skipað fyri í Jyllandi.

Leygarkvøldið 12. jan. kl. 21 verður so enn eitt tiltak, har allir føroyingar hava møguleika at savnast til at syngja kendar felagssangir saman við Vitanum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.