Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Konsert í aulini

(Norðlýsið – Tíðindi)

Hornblástur í Kommunuskúlanum

Sunnudagin 26 november kl 19 hevur Havnar Hornorkestur konsert í Kommunuskúlanum í Havn. Ì ár stjórnar Andras Olsen orkestrinum.

Sunnudagin 26 november kl 19 hevur Havnar Hornorkestur eina konsert í aulini í Kommunuskúlanum í Havn. Havnar Hornorkestur hevur á hvørjum ári eina heystkonsert har víst verður hvat arbeitt hevur verið við síðan summari. Ì ár verður heldur einki undantak. Ì ár stjórnar Andras Olsen orkestrinum. Andras hevur seinastu 4 vikurnar arbeitt við Havnar Hornorkestri fram til hesa konsert, og eru vit sera spent at vísa fram úrslitið av tí, ið er fingið burturúr hesum samstarvi.

Konsertin verður í umleið 60-70 min, og er skráin sera fjølbroytt. Á skránni vera sálmar, marsjir, soloir og okkurt meira í tí rútmiska og lætta endanum.

Møguleiki verður at keypa sær ein kop av kaffi og annað undir konsertini.

Konsertin er hinvegin ókeypis og fyri øll.

Harleyfacadeacryl