Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Konsert í Fuglafjarðar kirkju

(Hannefía Joensen)

Monika Stauss Joensen, búsitandi í Leirvík, sum hevur sínar røtur í Sveits, og Fiona Bechmann úr London fara at spæla konsert í Fuglafjørður kirkju, hósdagin tann 9. oktobur 2008 kl. 20.00.

Hóskvøldið tann 9. oktobur 2008 kl.20.00 fara Monika Stauss Joensen á violin og Fiona Bechmann, sum spælir á flygil at spæla konsert í Fuglafjarðar kirkju. Aftaná konsertina eru øll vælkomin at fáa sær ein kaffimunn afturvið hugnaligum práti.

Millumtjóða tónleikarlív í FØ

Føroyska musikksøgan umfatar fleiri útlensk nøvn, sum vit mest sum vilja kalla “okkara egnu”. Vit kunnu t.d. nevna Willy Gohl úr Sveits, sum trúðliga kom at ríka føroyska tónleikalívið við ógloymandi framførslum saman við Havnarkórinum og orkestrum.

Í Føroya Musikkskúla hava mong útlendsk nøvn skriva teirra søgu. Tosa vit nú við fólk, sum í barnaárum hava fingið undirvísing í ymiskum ljóðførum, koma mong bæði lærurík og stuttlig minni fram.

Eitt navn sum ivaleyst hoyrir til teirra er Fiona Clark (gift Bechmann). Hon er útbúgvin pianistur og celloleikari frá Trinity College of Music í London. Fiona arbeiddi sum lærari í Føroya Musikkskúla frá 1986 til 1989 og gjørdi millum annað fleiri útvarpssendingar um tónleik. Eisini hevur hon spælt við í Føroyar Symfoniorkestri, har hon eisini møtti manni sínum, Torben Bechmann sum leikaði trombone. Hann er hálvur føroyingur og hálvur danskari.

Fiona og Torben búgva nú við børnunum Alex, Sebastian og Natalie í Onglandi. Fiona hevur fleiri næmingar, spælir kamartónleik og saman við solistiskum framførslum.

Monika Stauss Joensen og Fiona Clark

Monika Stauss Joensen, sum hevur sínar røtur í Sveits, er vælkend í føroyskum tónleikahøpi við sínum violinspæli. Monika Stauss Joensen og Fiona Clark framførdu fleiri konsertir saman meðan Fiona búði í Føroyum. Tær hava alla tíðina varðveitt sambandið og spælt konsertir bæðið í London og her heima.

Nú kemur Fiona aftur á tónleikavitjan. Og meðan Torben og Sebastian fara at vitja familjuna í Suðri, fara Fiona og 12 ára gamla dótturin Natalie til Leirvíkar at verða gestir hjá Moniku. Har úti á Egg fer tónleikurin helst at ljóma til seint á nátt og fara tær at framføra eina konsert í Fuglafjarðar kirkju hósdagin. 9.oktobur kl 19.30.

Skráin umfatar tónleik av Mozart, Mendelssohn, Grieg og Hubay.

Øll eru hjartaliga vælkomin.