Skála Ítróttarfelag skipar fyri áhugaverdum kvinnukvøldi í bygdarhúsinum á Strondum, leygarkvøldið 23. februar, kl. 19.30.
Skráin er fjølbroytt við fyrilestrum, mótasýning, tónleiki og onkrum til matna
Leygarkvøldið 23. februar verður skipað fyri hugnaligum og áhugaverdum kvinnukvøldi í bygdarhúsinum á Strondum. Tað er Skála Ítróttarfelag, sum skipar fyri tiltakinum, og felagið hevur gjørt alt fyri at skipa fyri einum spennandi tiltaki.
Skráin fyri tiltakið er fjølbroytt. Fleiri fyrilestrar eru á skránni, eins og tónleikur og mótasýning og eisini verður okkurt gott at fáa til matna.
Katrin Petersen, journalistur og m.a. fyriskipari av MJÚS tónleikafestivalinum, fer at halda fyrilestur undir heitinum: “Hví eru menn sum menn eru, og kvinnur sum tær eru”.
Eisini fer Jóhanna Andreassen, ið millum annað starvast sum coach, at halda fyrilestur, og hon fer at hugleiða um týdningin at trívast í einum góðum samfelagi.
Arbeiðsmøguleikar koma eisini á breddan, og er tað nýggja fyritøkan TEMP-TEAM, sum kemur at siga frá teirra virksemi.
Tónleikaliga innslagnum stendur Guðrið Hansdóttir fyri. Guðrið hevur fyri kortum givið nýggja fløgu út, sum hevur fingið góða undirtøku millum manna.
Mótasýningin fer at vísa nýggja vármótan. Handlarnir sum eru við til mótasýningina eru Josi á Skála, Drós í Havn og Snældan á Strondum. Salong Tondeo og Viva við Helenu Viderø fríðka modellirnar við nýggjasta hármóta og make-up, og eisini fært tú møguleika fyri at síggja make-over.
Eingin fer svangur heimaftur, tí smyrjibreyð og okkurt søtt verður at fáa til matna, og eisini fáa allar kvinnur, sum eru til kvinnukvøldið eina gávu við heim.
Frásøgukvinna verður Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna.
Atgongumerki eru at fáa til keyps á hesum støðum: Statoil Støðini á Strondum, Stranda Centrum, PE á Skála, Salong Tondeo, Statoil Støðini í Skálafirði og Bónus á Glyvrum. Atgongumerkið á 250,00 kr. er samstundis ein lutaseðil og vinningarnir eru gávukort.
Seinasta freist at keypa atgongumerkið er mikudagin 20. februar 2008. Avmarkað atgongd.




