Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Landsstýriskvinnur fegnast um grøna loysn

Innlendis- & heilsu- og innlendismálaráðið


Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, fegnast í dag um, at Løgtingið nú hevur endaliga samtykt, at Glasir verður hitað bæði við jarðhita og fjarhita.

– Landið skal vera grøna fyrimyndin, og samgongan hevur sett sær sum mál, at allir nýggir bygningar skulu hitast við grønari orku. At Glasir fær grøna orku er ein sigur fyri Føroya framtíð, tí framyvir fer ongin at góðtaka, at almennir nýbygningar verða hitaðir við olju, sigar landsstýriskvinnurnar báðar.

Við 17 akvøðum fyri og 13 ímóti samtykti Løgtingið, at størsta almenna byggiverkætlanin, miðnámsskúlin Glasir, fær eina grøna orkuloysn. 80 prosent av nýggja skúladeplinum í Marknagili í Havn verða hitað upp við jarðhita og 20 prosent við fjarhita. Kostnaðurin fyri hesa loysnina er 8 mió. krónur,

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

og

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum