Allan apríl mánaða hevur Magna Aðunsson listaframsýning á Norðoya Kunningarstovu.
Framsýningin eru opin í vanligari upp og afturlatingartíð, harafturat verður eisini opið páska aftan frá kl. 10.00 til kl. 14.00 og annan páskadag frá kl. 16.00 til kl. 20.00.
Magna er fødd og uppvaksin í Klakksvík, hon er útbúgvin skúlalærari, hevur búð í nógv ár í Íslandi har hon fekk gongd á síni listarligu evni.Hevur síðan einaferð í nítiárunum búð í Føroyum, men ár 2000 flutti hon til Danmarkar, har hon nú er búsett.
Framsýningar hevur hon havt í hópatali, ikki bert í Føroyum og Íslandi, men eisini í Noregi, Svøríki og Danmark.
Hon hevur nomið sær kunnleika um list frá lærarum á Listaskola Islands, Hægri læristovni í Aberdeen í Skotlandi, á Thorstedlund Kunsthøjskole í Danmark og eisini á Føroya Læraraskúla við list sum sergrein.
Nógv av hugskotum hennara til myndirnar koma frá barnaárunum í Klakksvík, eisini koma tey frá tí hon hugsar, ímyndar sær og eisini frá øðrum listafólkum.
Fotomyndir og røðrslur kunnu eisini geva henni hugskot. Listaverkini eru tey flestu úr Norðoyggjum, tó eru eisini nakrar sera vakrar blómumyndir við á framsýningini.
MAGNA AÐUNSSON OG NORÐOYA KUNNINGARSTOVA




