Bókadeild Føroya Lærarafelags er longu til reiðar við spildurnýggjari orðabók til fólkaskúlan.
Saman við forlagnum Gyldendal hevur bókadeildin latið gjørt orðabók, sum er sera væl egnað til frálæru í enskum hjá 8 til 12 ára gomlum børnum.
Orðabókin er í trimum pørtum:
1. Ein enskur-føroyskur orðalisti.
2. Ein partur um hugtøk og nøvn á ávísum evnum og lutum. Nevnast kann t.d. orð í samband við sjógv, ítrótt, føðingardag, kroppin, køkin, skúla, tíð. Umframt dømi um sagnorð, fyrisetingar og annað mangt.
3. Ein partur er føroyskur- enskur orðalisti.
Mín fyrsta reyða orðabók er ein spildurnýggj orðabók. Tekstin hava Dorthe Maria Buhl og Ellen Jørgensen skrivað, og Marna Jacobsen hevur týtt til føroyskt.
Í orðabókini eru fleiri enn 2600 leitiorð, og hon er prýdd við stuttligum tekningum eftir kenda teknaran Jon Ranheimsæter.
Bókin er innbundin, er 187 bls., umframt at avritsørk eru í bókini til at spæla sær við orðum. Orðabókin kostar 220 kr í handlunum.
Mín fyrsta reyða orðabók er ein góð og stuttlig hjálp hjá bæði stórum og smáum, tá ið farast skal undir at læra enskt á fyrsta sinni.




