Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÍÐINDASKRIV: Møtirøð í "Emmaus" við Ole Andersen

(Norðlýsið – Tíðindi)

Krists Himmalsferðardag 25. mai og vikuskiftið aftaná (Norðoyastevnuna) vitjar Ole Andersen, aðalskrivari í "Ordet & Israel", Emmaus í Klaksvík. Hann kemur at tala og undirvísa á møtum og bíbliutímum.

Krists Himmalsferðardag 25. mai og vikuskiftið aftaná (norðoyastevnan) vitjar Ole Andersen, aðalskrivari í "Ordet & Israel", Emmaus í Klaksvík. Hann kemur at tala og undirvísa á møtum og bíbliutímum. Byrjað verður Krists Himmalsferðardag kl. 16.
Flestu evnini eru úr Ezekiel Bók í Gamla Testamenti, sum Ole hevur granskað nógv í.
Felagsskapurin "Ordet & Israel" hevur virksemi bæði í Danmark og í Ísrael. Endamálið við arbeiðnum er, at kristna meinigheitin má fáa Bíbliunnar sýn á Ísrael og at jødiska fólkið má fáa Bíbliunnar sýn á Jesus.
 
Skráin fyri møtirøðina er annars henda:
 

(Kl. 11.00: Gudstænasta í Christianskirkjuni, har Ole Andersen prædikar.)
Kl. 16.00 – 20.00: Bíbliuundirvísing:
1. og 2. tími: Harrans dagur yvir Jerúsalem – og okkum (Ezekiel 7)
Nátturði
3. og 4. tími: Góði hirði Ísraels og okkara (Ezekiel 34)
 

Kl. 20.00: Ungdómsmøti: Svørðið í húsi Dávids
 

Kl. 9.30: Kaffi/te og rundstykkir
Kl. 10.00: At boða út frá GT nú á døgum (ætlað talarum, men øll eru vælkomin)
Kl. 11.00: Tíðindi úr Ísrael
 

Kl. 18.00 – 20.00: Bíbliuundirvísing:
5. og 6. tími: Deyðu mannabein Ísraels og vit (Ezekiel 36,16 37,14)
Drekkamuður
 
ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN!
 
Emmaus
Uppsalagøta 10
700 Klaksvík